Sigrun, Jákup, Nita og Rannveig
??????????????????????????
Sjáldan hevur verið so tungt at fara upp ein sunnumorgun, og hóast merkini veittraðu í bygdin og bóru boð um, at nú stundaði summarið til, og uttan iva var okkurt flaggdagshald at fara til, so var hugurin lítil at koma undan dýnuni, tí møðin var lemjandi, men tað var ein góð møði.
Vit vóru dansimóð.
Leygardagin 24. apríl fóru vit 72 fólk úr Hvalba og Sandvík til Havnar á dansistevnu. Sláið Ring hevði skipað fyri stevnu fyri børnum og ungum í Havn og vit vóru í Hvalbiar skúla ? 4 lærarar og 63 børn ? og limir úr Dansifelagnum í Suðuroyar Norðaru Helvt gjørdu av at fara við.
Í vetur hava vit dansað rættiliga ofta í skúlanum í Hvalba, og umboð úr dansifelagnum hava eisini verið við. Tað er soleiðis, at onkur av teimum eigur eitt ommu- ella abbabarn í skúlanum og hetta er ein stuttligur máti at vera saman við teimum.
Smyril fór av Tvøroyri klokkan 7.00, so flestu vóru farin heimanífrá longu um 6 tíðina fyri at vera rættstundis umborð. Fleiri okkara vildu sova, men børnini og tey ungu kravdu sín rætt: Tey vildu dansa. So varð farið upp á gólvið ella í hesum førinum á dúrkið, og dansað varð. Sumbingar og vágbingar vóru eisini á dansiferð og tey komu sjálvandi uppí. Tað er soleiðis, at frammanundan kennast fleiri av hesum ungu, tí 7. flokkur í skúlanum í Hvalba hevur vitjað í Sumba og dansað saman við skúlaungdóminum har.
Komin til Havnar vóru bussar fyri okkum á keiuni og fólk at taka ímóti okkum. Vit kendu okkum vælkomnan. Leiðin gekk út á háskúlan, har formaðurin í Sláið Ring greiddi frá stevnuna, og síðan varð farið upp á gólv í umleið ein tíma. Væl gekk, tey ungu dugdu væl at kvøða og onkur, vit tosaðu við, segði, at stuttligt var at síggja munin á dansilagnum, tað sást á børnunum, hvaðani úr landinum tey komu, tí stevið var ymiskt.
Síðan fingu vit døgurða. Borðreitt varð úti í kantinuni á Landssjúkrahúsinum: milliónbúffur og eplamorl, øll ótu ? øllum dámdi matin.
Aftan á fóru vit ein túr til Kirkjubøar við bussi. Har sóu vit øll tey søguligu støðini og tveir frálíka góðir frásagnarmenn, Hanus Kamban og Hjørleif Kúrberg, fortaldu okkum ymiskt áhugavert úr bygdini. Børnini hava tosað nógv um Sverrisholu og ikki minst um gullskápið, síðani tey komu suður aftur.
Vit fóru so aftur til Havnar á Háskúlan, har øll dansifólkini enn einaferð slóu ring og kvóðu av hjarta. Dansurin gekk sera væl og tað unga dansifólkið sýndi veruliga hug og dansigleði.
Síðan endaði dansistevnan fyri flestu luttakararnar. Klokkan var eisini nógv, farið var um nón, men vertir okkara høvdu hugsað nógv um kum suðuroyingar og høvdu eykaskrá fyri okkum. Fyrst ´foru vit út aftur á Landssjúkrahúsið at eta nátturða og síðani fóru vit niðan á Læraraskúlan, har møguleiki var at hyggja at filmi, meðan onnur spældu í teimum longu gangunum. Onkur var so umhugsin at hava bey-bleytin við, sum ongin í hesum døgum kann vera fyriuttan. Vitjað varð eisini nakrar ferðir yvir um vegin, so Shell-støðin á Frælsinum hevði eisini ein góðan dag.
Smyril sigldi suður aftur klokkan 20.00. Vit vóru pøst, men tey ungu tvíhildu um, at hetta var ein dansiferð: Tey vildu dansa. Og dansað varð! Onkur av hinum ferðafólkunum kom eisini uppí, so túrurin sýntist væl styttri, nú okkurt var at ger.a
Samanum tikið kunnu vit siga, at hetta var ein sera góður og væl fyriskipaður túrur. Vertir okkara í Havn eiga stóra tøkk uppiborna, sera nógv fólk brúkt ein heilan frídag fyri at arbeiða fyri hesum ungu, men uttan at taka nakað frá nøkrum, mega vit senda eina serliga tøkk til teir ungu menninar: Janus Kamban, Janus úr Dímun, Birgir Djurhuus og Rasmus Joensen, sum so staðiliga vóru hjá okkum og hjálptu okkum. Eisini vilja vit takka ommunum og abbunum úr dansifelagnum: Allon, Sigrid, Sigmundi, Jákup og Jastrid.