Danski Fólkaflokkurin skal ikki gera sær vónir um at sleppa í stjórnina, um teir borgarligu endurvinna valdið á næsta fólkatingsvali.
Í dag sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri og formaður í Vinstra, við Politiken, at tað kemur ikki upp á tal at manna eina komandi stjórn við ráðharrum úr Danska Fólkaflokkinum.
Hin floksformaðurin í samgonguni, Lars Barfoed, sigur tað sama. Formaðurin hjá teimum konservativu segði á einum tíðindafundi í dag, at tað er so stórur munur á Danska Fólkaflokkinum og Konservativa Fólkaflokkinum, at tað er óhugsandi, at teir kunnu sita saman í stjórn.
Fomaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Pia Kjærsgaard, hevur svarað Lars Løkke Rasmussen við at kalla hann barnsligan.