Danska vinnulívið koyrir fólk til hús

Í síðsta mánað fingu 1.500 starvsfólk í danska vinnulívinum at vita, at tey vóru uppsøgd. Hetta var fjórði mánaðurin á rað við fjølgandi uppsagnum, og hetta er fyrstu ferð síðani á heysti í 2008, at talið á uppsagnum hevur verið veksandi fýra mánaðir á rað, skrivar Politiken.

Erik Bjørnsted, sum er búskaparfrøðingur hjá Arbejderbevægelsens Erhvervsråd, sigur við blaðið, at samanborið við undanfarnar kreppur gongur tað sera seint at fáa hjólini at mala aftur hesaferð. Eitt nú vendi gongdin skjótari aftan á oljukreppurnar.

Erik Bjørnsted heldur, at stjórnin eigur at seta fleiri almenn arbeiði í gongd fyri at útvega byggivinnuni fleiri arbeiðspláss.