Danski Tjóðbankin hækkar eisini rentuna

Tjóðbankin fylgir Evropiska Miðbankanum og hækkar rentuna við 0,25 prosentstigum.

Danski Tjóðbankin fylgir Evropiska Miðbankanum og hækkar rentuna. Savnsmynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix.

Danski Tjóðbankin hevur nú eisini boðað frá eini rentuhækking á 0,25 prosentstig.

 

Tað upplýsir bankin í einum tíðindaskrivi, sambært Ritzau.

 

Avgerðin kemur, eftir at Evropiski Miðbankin, ECB, fyrr í dag hækkaði leiðandi rentuna úr 2,25 upp í 2,50 prosent.

 

Rentuhækkingin hjá danska Tjóðbankanum var væntað. Danska krónan er knýtt at evruni, og tí plagar Tjóðbankin at fylgja rentubroytingunum hjá ECB.

 

Boðini frá Tjóðbankanum siga tó ikki í sjálvum sær, um ella nær føroysku bankarnir hækka rentuna á lánum og innlánum hjá sínum kundum.

 

Kelda: Ritzau

 

 

 

Danski Tjóðbankin fylgir Evropiska Miðbankanum og hækkar rentuna. Savnsmynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix.