Løgmaður var í brúdleypi í Aberdeen, tá løgmanssteypið skuldi handast farna vikuskiftið. Og ta raðfestingina angrar hann ikki.
Tað ger hann greitt í einum uppslagi við yvirskriftini „Hevði gjørt tað umaftur“.
Sambært løgmanni varð spurnartekin í seinastu sending av „Stjórnini“ á FM1 sett við, hvørji privat ørindi vóru so týdningarmikil, at hann ikki kundi handa steypið.
Frágreiðingin er, at systir konu hansara giftist sama kvøld, sum finalan varð leikt.
– Um tað verður sæð sum at misrøkja sítt embæti, so kann eg heilsa og siga teimum í Stjórnini, at eg hevði gjørt tað sama umaftur, skrivar hann.
Løgmaður sigur, at tað sjálvsagt er í lagi, at hann verður viðgjørdur í sendingini. Men hann vil eisini hava rúm fyri familjuni.
– Eg taki mítt starv í fullum álvara, men eg ynski eisini at seta tíð av til hátíðardagar í familjuni.
Og til tey í „Stjórnini“, sum saknaðu hann við steypinum, hevur hann eina heilsan afturat: Hann skal handa løgmanssteypið hjá kvinnum 19. september.
– Um limirnir í Stjórnini so fegnir vilja síggja meg handa steyp, so verður møguleikin tá, skrivar løgmaður.










