Evropiski miðbankin hækkar rentuna – lán kunnu gerast dýrari

Evropiski Miðbankin hækkar leiðandi rentuna úr 2,25 upp í 2,50 prosent. Tað kann fáa avleiðingar fyri lántakarar við broytiligari rentu.

Evropiski Miðbankin, ECB, hevur í dag hækkað leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum. Rentan fer sostatt úr 2,25 upp í 2,50 prosent.

 

Avgerðin var í samsvari við væntanirnar á fíggjarmarknaðinum. Hetta er aðru ferð í ár, at ECB hækkar rentuna. Fyrra hækkingin var í juni.

 

Sambært Las Olsen, búskaparfrøðingi hjá Danske Bank, stúrir miðbankin helst fyri, at høgu orkuprísirnir fara at elva til størri inflatión. Tað kann henda, um aðrar vørur eisini dýrka, og løntakarar síðani krevja hægri løn.

 

Danske Bank metir tó, at enn eru fá tekin um eina slíka gongd.

 

– Sum vit síggja tað, er torført at fáa krøv um hægri prísir og lønir ígjøgnum, tá búskapurin er nøkulunda í javnvág, sum hann er nú. Vit síggja tí heldur ikki stóran tørv á rentuhækkingum, er metingin hjá bankanum.

 

Rentuhækkingin er í fyrstu atløgu galdandi fyri evrulondini. Danski Tjóðbankin plagar tó at fylgja ECB, tí danska krónan er knýtt at evruni. Tá Ritzau bar tíðindini, hevði Tjóðbankin enn ikki boðað frá nakrari broyting.

 

Sune Malthe-Thagaard, høvuðsgreinari hjá Totalkredit, sigur, at ein rentuhækking serliga kann merkjast hjá bústaðareigarum við lánum, har rentan verður tillagað við stuttum millumbilum.

 

Eisini onnur lán, eitt nú billán, kunnu verða ávirkað. Har er sambandið tó minni beinleiðis, tí bankarnir sjálvir áseta rentuna.

 

ECB vil ikki binda seg til, hvussu rentan skal broytast frameftir. Søren Kristensen, búskaparfrøðingur hjá AL Sydbank, væntar kortini fleiri hækkingar.

 

– Samlaða myndin av útsøgnunum frá stjórunum í ECB ger, at vit ikki rokna við, at rentuhækkingin í dag verður tann síðsta á hesum sinni, sigur hann.

 

Hann metir, at rentulækkingar kunnu koma upp á tal aftur í 2027. Tað veldst tó í stóran mun um, hvussu stríðið millum USA og Iran og blokadan av Hormuzsundinum fara at taka seg upp.

 

##med2##

 

Kelda: Ritzau