Danskir fimleikarar við á stevnuni

Fara at sýna fram saman við fimleikarum úr Havnar Fimleikafelag

Vágafólk fáa um vikuskiftið vitjan av dugnaligum føroyskum og donskum fimleikarum.

Havnar Fimleikafelag hevur í løtuni vitjan av fimleikarum úr Svendborg, og teir fara at sýna fram á vestanstevnu.

Í kvøld verður stórt tiltak í høllini á Giljanesi, har bæði fimleikur og mótasýning er á skránni. Hetta tiltak verður klokkan 20.00

Og í morgin, tá stevnan verður sett við fótbóltvøllin verða hesir fimleikarar partur av setanini. Jóannes Klein, bygdarrásformaður skal seta stevnuna, og eftir tað fara fimleikararnir at vísa kynstur á millum annað eini forkunnugari Airtrack máttu.

Hendan máttan varð brúkt á eini framsýning í gongugøtuni í Havn mánadagin, men tað viðraði so illa, at hon kom ikki til sín rætt. Tað gjørdist hált at leypa hjá ungu fimleikarunum, og so noyddust tey at gevast, fyri at eingin skuldi koma til skaðar.

Máttan verður tikin framaftur í Miðvági í køvld, og tað er á fyrsta sinni, at slík mátta verður brúkt í Føroyum.

Fimleikararnir úr Svendborg eru 25 í tali og eru í aldrinum 10 til 12 ár, og teir eru allir dreingir. Føroysku fimleikararnir, sum framføra saman við teimum donsku, eru 12 í tali, og tað eru bæði dreingir og gentur.

Á programminum í kvøld eru bæði seriur við reiðskapi og lop á mátunni.