Dansur

yrking til ein málning hjá Sámal Joensen Mikines.

Sum rørslur í frumhavi,
eggjandi,óskiljandi,
sum verkir hjá føðandi kvinnu,
treytaleysar,ófalsaðar,
við vóngóðum frumrørslum,
sáddar frá faðir og móðir,
til synir og døtrar.
Ætt eftur ætt,
gongur dansurin, vers fyri vers,
teskaður inn í ófødda barnið
og nýføðingin
borin at brósti,
í skýmingsløtum,
líka so væl hjá húskalli,
sum hjá bónda.
Kvæðini, ørindini,
umkvæðini, dansurin,
einasti verndareingilin hjá føroyska tungumálinum.
Ein mentunararvur,
arvaður inn í mergin av mentan,
um forfedrarnar,
livur í okkum.
Goymdur í stoltleika
í hjørtum á
okkum føroyingum,
eru kvæðini
og í merginum,
rytman, rørslan.
Okkara føroyski dansur.
-----
Valdemar á L.