Dart: Luke Littler endurvann heimsmeistaraheitið

Enska vidundurbarnið endurtók bragdið

Mynd: Ritzau Scanpix

Hann fyllir ikki 19 ár fyrrenn 21. januar, og hann hevur longu vunnið heimsmeistaraheitið í dart tvær ferðir á rað.

 

Onglendingurin, Luke Littler lat ongan iva vera í Alexandra Palace í London, tá hann í kvøld í HM-finaluni vann 7-1 á niðurlendska, Gian van Geen, ið tó kann fegnast um at hava vunnið seg í HM-finaluna á fyrsta sinni.

 

Luke Littler er saman við Phil Taylor, Gary Andreson, Micheal Van Gerwin, Gerwyn Price og Adrian Lewis millum teir sum hava vunnið HM tvær ferðir í søguni. 

 

Við sínum ótrúliga talenti, unga aldri og spæli verður Littler spáddur at vinna mong heiti mongu komandi árini.

 

Luke Littler heldur annars við Manchester United í Premier League í fótbólti, og synd er at siga, at teir fyri tíðina liva upp til høga støðið hjá Luke Littler. Seinast Luke Littler vann HM í dart vísti hann steypið fram á Old Trafford í hálvleikinum í dystinum ímillum Manchester United og Brighton. 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix