Dávid undirskrivað sáttmála

KÍ hevur gjørt sáttmála við 17 ára gamla Dávid B. Andreasen

Mynd: (KI.fo) Dávid B. Andreasen og Mikkjal K. Thomassen, venjari hjá KÍ

KÍ hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við 17 ára gamla Dávid B. Andreasen. Hann er sonur Jan B. Andreasen, og beiggi hansara er liðskiparin á KÍ-liðnum, Jákup B. Andreasen.

 

Ungi miðvallarin hevur longu víst seg fram á besta liðnum hjá KÍ, tá hann skoraði eitt vakurt mál móti TB. Tað var hansara einasti dystur í landskappingini og tað bleiv til 15. minuttir. Í KÍ vóna tey, at tað blívur til fleiri minuttir í komandi kappingarárinum.

 

KÍ skrivar í tíðindaskrivi:

 

Ungi Dávid B. Andreasen hevur undirskrivað ein tvey ára sáttmála við KÍ. 17 ára gamli Dávid B. Andreasen spældi ein dyst fyri Betri Menn í fjør, og upp á 15 minuttir skoraði hann eisini eitt mál.

 

Dávid B. Andreasen var eisini partur av hópinum, sum fór til Riga í lettlandi at spæla UEFA Conference League í fjør summar. Vit vóna at síggja meira til Dávid á vøllinum í ár og bestu eydnu.

 

Mynd: (KI.fo) Dávid B. Andreasen og Mikkjal K. Thomassen, venjari hjá KÍ