Áhugavert er at síggja hvussu menn fyri alt í verðini royna at trútta og fylgja einari leið, ið ikki tykist hava undirtøku millum veljarnar.
Í hesi vikuni var ein fyrrverandi løgmaður í bløðunum og ráddi til at skipa eina minnilutasamgongu eftir valið og fylgja fullveldisætlanini. Er hetta ikki gott? Tað kann vera, men tað er jú tann evarska lítli vansin, at veljarin vil nakað annað enn ætlanina hjá samgonguni. Soleiðis er tað nú einaferð í einum demokratiskum samfelag. Missir ein samgonga meirlutan, ja so er tað tí, at veljarin vil nakað annað. Kanska er hetta eitt lítið mál hjá summum, men vit ditta okkum at meina, at hetta er ein stórur trupullieki hjá samgonguflokkunum.
Tað hevur verið sera lítið at hoyrt frá samgonguflokkunum viðvíkjandi framhald eftir eitt val. Vit síggja Sjálvstýrisflokkin tosa um pensiónsmilliónir og raðfesting í samband við Suðuroyarskipið, nú heilt stutta tíð eftir, at teir hava sent 356 milliónir retur til Nyrup. Hetta er ikki bara ótrúverdugt, og niðurger minnið á veljarunum, men eisini líkist hetta desperatión og valagn uppundir val. Tað er munur á at geva avkall upp á stórar milliónaupphæddir fyri so beint eftir at grenja um, at ov lítið er í kassanum til útbygging av infrastrukturi og pensjónum Sjáldan viðganga fólk ein brølara so skjótt aftaná, at hann er gjørdur.
Tjóðveldisflokkurin sigur ikki nógv um, at samgongan heldur fram eftir val. Spennandi verður at síggja, um hugurin at halda fram við Fólkaflokkinum verður so stórur, eftir at Fólkaflokkurin hevur trumfað privatisering av jørð Føroya fólks ígjøgnum og sett Breckmannska pensjónsskipan á stovn.
Fólkaflokkurin fær ringt við at skipa eina minnilutasamgongu eftir valið. Hetta merkir, at andstøðan er einasta alternativ. Ikki røkist fyri, at Tjóðveldisflokkurin fer at fylgja skilagóðu orðum Finnboga Ísaksons um, at man má síggja forbí blokkarnar, ið tykjast læsa seg fastar í føroyskum politikki. Harmiligt hevði verið, um Tjóðveldisflokkurin aftur fer at læsa seg fastan í ein alt ella einki politikk, ið merkir, at teir verða ein ævigur andstøðuflokkur eins og teir vóru í fimti og sekstiárunum, við undantak av sjálvstýrissamgonguni. Teir vóru í hesari óhepnu støðu inntil pragmatikararnir í flokkinum og ein sera erfarin floksformaður fingu flokkkin framat samgonguvaldi í sjeytiárunum, har teir vóru við at mynda stóran framburð og yvirtøkur. Vónandi lurta menn eftir erfaring - eisini í Tjóðveldisflokkinum. Ikki ber til at ignorera ein demokratiskan vilja og halda fram við eini ætlan, ið ikki hevur undirtøku millum fólk. Vísið nú demokratiskt sinnalag!