Den grimme ælling

   

Alfred Olsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
????????????
Øll kenna vit hesa frálíku søguna hjá H.C. Andersen, ið byrjar so tragisk og vónleys fyri henda neyðars unga, men sum endar so vónrík og stórbærsliga, tá hesin sami ungi, sum ein vakur svani breiðir veingirnar út og vísur umhvørvinum sín rætta veruleika.
Søgan um Postverk Føroya er tann øvugta, tí tá Postverkið í 1976 var yvirtikið, var tað at líkna við ein svana, sum við luft undir veingjunum, og við stórum yvirskoti, vísti umhvørvinum hvat postverkið var, ja tá var sagt, at postverkið kom at vera ein fíggjarlig grundsoyla undir tí føroyska samfelagnum.
Men tíverri, og tað harmar meg, hevur Postverkið mist flogið, sjálvt um tað hevur sera dugnalig starvs-fólk, og rekur í dag fram móti eini óvissari framtíð, bæði sum stovnur og arbeiðspláss.

7 posthús í Føroyum.
Í dag miðar Postverk Føroya eftir at lukka so gott sum øll verandi posthús, inntil teir eru komnir niður á uml. 7 posthús í Føroyum. So við hetta lag, fara føroyingar í framtíðini at "valfarta" til posthúsini í desember mánaða tá jólapakkin skal sendast til børn og familju uttanlands.
Skal gongdin vendast, og tað meini eg hon kann, so skal postverkið fara aktivt inn og bjóða sínar tænastur fram innan nógv fleiri økir enn í dag, sum tann tænastustovnur Postverkið er og sum hevur álit millum fólk.

Postkassarnir.
Í staðin fyri at brúka orku uppá at fáa fleiri inntøkur til Postverkið, so verður arbeitt við eini postkassaskipan, sum gongur út uppá, at áleggja fólki at flyta postkassan frá úthurðini og út til vegin ella settan á húsaveggin móti vegnum, fyri at spara tíð og harvið løn til postboðini, men hetta viðførir eina munandi verri tænastu, serliga fyri okkara eldru borgarar, og tí eigur postkassaætlanin at vera slept, tí henda ætlan kemur at viðføra, at tænastustøði hjá Postverkinum skavar botnin, og millum annað tí slerdi henda ætlan heldur ikki ígjøgnum í Danmark, meðan Norra royndi skipanina við tí úrslitið, at í dag verða millum 200-300.000 túsund postkassar fluttur aftur inn móti húsunum.
Og hví skulu vit so fara undir eina postkassaskipan, sum hevur spælt falit allar aðrar staðir? Eg haldi hetta er bæði meiningsleyst og provokerandi.

Posthús í handlum.
At hava lokal posthús í verandi handlum, meti eg er eitt frálíkt hugskot sum eigur at roynast, tí hettar hækkar tænastustøði, við tað at posthúsið kemur at kunna veita tænastur so gott sum allan dagin. Henda skipan er ikki nýggj, men førir okkum aftur til røturnar, tí hetta var tað vanliga postmynstrið í Føroyum.
Á Toftum fungeraði henda skipanin frálíka væl, við Pidda Skaale, sála, sum handils- og postmanni.

Inntøkur.
Eg meti, at Postverkið skal brúka krefturnar til at skapa inntøkur og tillagað tænastu sínar við at bjóða seg fram, bæði tá talan er um vanligan post, elektronisk-an post, pakkapost, annan post sum spæliseðlar v.m., postgiro, fragt v.m., tí við hesum skaptist eitt innihaldsríkt arbeiðspláss fyri starvsfólkini og Postverkið hevði tryggja sítt fíggjarliga rakstrarstøði sum hevði viðført stabil viðurskifti í Postverkinum.

Postverkið í framtíðini.
Grundin fyri at eg eri ímóti tí negativu gongdini í postverkinum í løtuni, kemur ikki einans av lokal áhugamálum, sjálvandi eri eg ímóti og vil fora fyri at posthúsið á Toftum lukkar, men tí eg meti, at verandi gongd viðførir eina "avtøku" av postverk Føroya sum tænastustovni, og hesum takið eg ikki undir við, tí eg ynski ikki, at post-verkið verður "den grimme ælling" tá talan er um tæn-astur, men í staðin verður tann fullkomni "svanurin" millum tænastuveitarar í tí Føroyska samfelagnum.