Dennis Agerblad í Mentan

– Dennis Agerblad fær áskoðaran at hugsa annarleiðis. Hann ger tað fyri at vísa á, at ein sum hann er til

Í dag er vikuskiftisblaðið »Mentan« aftur í Sosialinum. Hesaferð hevur blaðið áhugaverda samrøða við Dennis Agerblad, sum hevur gjørt um seg á øllum møguligum pallum.

 

Føroyingar elska country - siga mong. Birgir Kruse skrivar um country-oyggjarnar. Vár í Ólavsstovu skrivar um, hví bókmentir hava týdning, sum lærugrein í skúlunum.

 

Bókavørðar viðmæla, hvørjar bøkur kunnu lesast í summar, og úr Klaksvík er eitt ummæli av hallarkabarettini »Luktur í smakkinum«.

 

Nýggi formaðurin í Rithøvundafelag Føroya svarar spurningum um støðuna hjá føroyskum bókmentum og um hansara framtíðarvisjónir. Katrin Petersen skrivar um, at mentan kanska ikki er nakað at flyta eftir.

 

Á barnamentanarsíðunum verða tvær feskar barnabøkur viðgjørdar.

 

Plakatina hesuferð hevur Carl Jóhan Jensen, rithøvundur gjørt.