Deyvamál kravd lærugrein í fólkaskúlanum

Deyvafelagið heldur, at øll eiga at duga eitt sindur av deyvamáli

Deyvamál eigur at verða kravd lærugrein í Fólkaskúlanum.

Tað heldur Deyvafelag Føroya.

 

Felagið hevur sett sær fyri at virka fyri, at øll børn í Føroyum skulu læra eitt sindur av deyvamáli, sigur Høgni Højgaard, næstformaður í deyvafelagnum, sum er á myndini, og sum vit hittu á fólkafundi í Klaksvík í gjár.

 

Á Fólkafundinum varð spurningurin fyrstu ferð reistur á einum tiltaki hjá Javnaðarflokkinum, har ein bara tað upp á mál vegna deyvafelagið.

- Tað er ein bólkur í samfelagnum, tey allarfægstu duga at samskifta við yvirhøvur, var sjónarmiðið.

Her varð sipað til fólk við hoyribreki, um í mangar mátar eru sett uttanfyri.

 

Í hesum døgum verður so nógv tosað um ”inklusjón”, tað er, at øll skulu vera natúrligur partur í felagsskapinum.

 

Spurt varð, hvussu vit kunnu tosa um ”inklusjón”, táið so stórur partur, sum tey deyvu eru, verða sett fullkomiliga uttanfyri í nógvum viðurskiftum. 

 

Eitt nú fýlst á, at Kringvarpið ger alt ov lítið av at hava deyvatulk – og speiskliga verð nevnt, at heldur ikki Javnaðarflokkurin hevði hugsað um tað á teimum tiltøkum, flokkurinhøvdu á fólkafundinum.

 

Víst varð eisini á, at týskt er kravt lærugrein í fólkaskúlanum, men tað er ein lærugrein, tey allarflestu bara fáa brúk fyri einar tvær ella tríggjar ferðir í lívinum.

 

Men deyvamál er eitt mál, børnini kundu brúkt at kalla hvønn einasta dag í lívinum.

 

Tí helt hann, at tað var betri meining í at læra eitt sindur av deyvamáli, enn at læra týskt.

 

Høgni Højgaard sigur, at hetta er ein spurningur, Deyvafelagið hevur sett sær fyri at taka upp.

 

Hann sigur, at tað, tey hugsa um, er ikki at børn skulu læra fullfíggjað deyvamál, men at tey skulu læra tað mest grundleggjandi, so at tey fáa samskift við deyv.

 

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, vísir hesum ikki frá sær. Hann sigur, at hann gleðir seg til at frætta frá Deyvafelagnum og at fáa at vita akkurát, hvat tey høvdu hugsað sær í hesum sambandi.

 

Sjálvur hevur hann royndir av at samskifta við deyv, tí hann hevur lært saman við deyvum.

 

Og hansara royndir eru, at grundleggjandi deyvamál er ikki ringt at læra og tí er hann opin fyri hugskotinum um at fáa skipaða frálæru í deyvamáli inn um skúlans gátt.