Dia hevur valt sínar menn

Landsliðsvenjarin í hondbólti hevur boðað frá, hvørjar 17 spælarar hann tekur við sær til Serbia

Hondbóltur

 

Tann 2. januar skulu Føroyar spæla hondbóltslandsdyst á útivølli mó Serbia. Dia Midjord, landsliðsvenjari, hevur nú gjørt av, hvørjar spælarar hann tekur við sær á ferðini.

Spælararnir eru: Magnus Matras (Kyndil), Lars L. Black (Kyndil), Levi Nybo (H71), Ingi Olsen (VÍF), Karl Herup Olsen (Neistin), Josef Abrahamsen (Kyndil), Áki Olsen (VÍF), Sveinur Justinussen (tÍF), Dann Thorleifsson (Neistin), Heini Hanusarson (Elite 3000), Janus Einar Sørnsen (Kyndil), Hjalti Jacobsen (Kyndil), Rókur Akralíð (Elite 3000), Hans Áki Dal Christiansen (Kyndil), Dánjal Tórgarð (H71), Tróndur Kragesteen (Neistin)og Janus Sørensen (H71). Umframt Dia Midjord eru Kári Nielsen (hjálparvenjari), Jákup Durhuus (liðleiðari) og Tina Skjæris Jakobsen (fysioterapetur) eisini við á ferðini.

Eftir dystin í Serbia eiga Føroyar heimadyst móti somu tjóð, og verður hesin spældur 6. januar. 9. januar spæla Føroyar heimadyst móti Ísrael, og 12. januar er útidystur móti Ísrael. Báðir heimadystirnir verða spældir í Høllini á Hálsi í Havn.