Hellið í Lítlu Dímun, sum er sett upp í Sjónám, ið liggur uttast á havnarlagnum á vestursíðuni í Klaksvík, er longu væl vitjað.
Í morgin klokkan 15 fer Ellindur Abrahamsen at greiða frá, tá ið hann sum skipari á Ólavi Halga lá úti fyri Lítlu Dímun, meðan menn lógu veðurfastir í hellinum í tríggjar dagar. Eisini kunna hvalbingar um Heillið og onkrar vandaferðir í Lítlu Dímun.
Inni í hellinum er bólið, sum er umleið tvær ferðir tveir metrar langt. Har eru lagdar fjalar, sum hoyggj og síðani hessjan er lagt útyvir. Her hava menn ligið manga nátt, tá veðrið ikki hevur verið teim til vildar. So seint sum í 1988 lógu 10 mans veðurfastir í hellinum í samfullar tríggjar dagar. Teir fingu tó mat skotnan niðan frá verjuskipinum, sum lá út fyri oynna.
Hesir tríggir dagarnir vóru tó ikki eins skakandi og tiltikna ferðin, tá menn lógu veðurfastir í hellinum í 1964.
Framsýningin við hellinum er opin í dag millum klokkan 13 og 16 og í morgin fra klokkan 11 til 16.
Á hesari kykmyndini hoyrist og sæst Poul Poulsen greiða frá Dímunarhellinum, tá hvalbingar høvdu framsýning á torginum í SMS: