Djúpvatnstrolarin Beinisvørð bygdaogn í Vági

- Vit eru sera fegin um tann uppbakning, sum henda verkætlan hevur fingið – í fyrsta lagi í nærumhvørvinum, men eisini uttanfyri okkara økið, sigur Hans J. Joensen, Hans í Líðini, róptur

Fiskivinna

 

Sunnumorgunin kom djúpvatnstrolarin, sum felagið Sancy Trawl hevur keypt úr Íslandi, flaggskrýddur á Vág. Skipið kom av Akureyri, har tað hevur verið á beding og er gjørt klárt til ferðina heim til Føroya.

Andey, sum skipið hevur kallast, hevur í fleiri ár havt heimstað í Suðavik í Íslandi. Skipið er upprunaliga bygt í 1989 sum frystitrolari til Hornafjørðin, men hevur í fleiri ár verið heimahoyrandi í Suðavik, haðani skipið hevur fiskað rækjur.

Nýggi trolarin hjá vágbingum hevur fingið navnið Beinisvørð og kemur í flotan fyri gomlu Sancy. Eigararnir miðja eftir, at skipið verður klárt til fiskiskap um einar tríggjar vikur ella so. 10 mans verða við Beinisvørði, og flestu av manningini eru teir somu, sum vóru við Sancy. Skipari verður Elnar Holm úr Porkeri og reiðari Hans J. Joensen, róptur Hans í Líðini í Vági.

Rækjuverksmiðjan, sum annars er lutfalsliga nýggj, verður nú tikin úr skipinum, og síðan verður verksmiðjan, sum eisini var lutfalsliga nýggj umborð á Sancy, sett í skipið.

Gamla Sancy er 45,30 metrar long og 9,30 metrar breið. Beinisvørð er eitt lítið vet styttri (30 cm), smalari (60 cm) og grynri enn Sancy. Hinvegin hevur Beinisvørð størri maskinu, 1802 HK, meðan maskinan á Sancy, sum annars er í góðum standi, er 1500 HK.

 

Selja Sancy

Hans í Líðini sigur seg vóna, at teir skjótt fáa selt gomlu Sancy, og hann váttar, at rímiliga stórur áhugi er fyri skipinum, heilt úr Spaniu og upp til Norðurnoreg.

- Orsøkin til, at áhugin fyri skipinum er so stórur, er ivaleyst, at hetta er eitt lutfalsliga gott skip, um tað ikki skal brúkast til fiskiskap.

Reiðarin vísir á, at tað serliga eru spølini og rørskipanin, sum er kaput, eins og ljósmotorar og gear. Hinvegin er høvuðsmotorurin í góðum standi, eins og øll apteringin er at kalla sum nýggj.

- Haraftrat kemur, at Sancy hevur ein sera góðan og sterkan skrokk, ísstyrktur í flokki A, har tjúkkastu platurnar eru 32 mm., leggur hann aftrat.

Hans í Líðini ásannar tó, at skuldi Sancy farið til fiskiskap aftur, hevði nógv verið at gjørt við skipið, og tí gjørdi felagið av at skifta hann út.

- Sancy er smíðaður í 1978, og Beinisvørð er soleiðis meira enn 10 ár yngri.

Reiðarin sigur, at nýggja skipið hevur fingið heilt stórar umbyggingar og er í góðum standi.

- Alt, sum hevur við fiskiskapin at gera, er lutfalsliga nýtt og er í góðum standi umborð á Beinisvørði. Í 1999 varð skipið longt, eins og tað fekk nýggjan aksilgenerator og nýggj trolspøl. Í 2001 fekk skipið nýggjar og stórar ljósmotorar og nýtt róður. Spølini eru elektrisk og eru soleiðis ikki knýtt at høvuðsmotorinum, sigur Hans í Líðini.

 

Áhugin fløvar

Reiðarin hevur gjørt av ikki at upplýsa neyva keypsprísin á Beinisvørði, men sigur, at hann er heilt sámuligur, sum hann tekur til.

- Um vit bygdu eitt slíkt skip av hesi støddini, hevði tað helst kosta einar 50-60 miljónir krónur.

Hann vísir á, at uppi í felagnum hongur eisini skuldin, sum er eftir Sancy, og tí noyðist felagið at forsvara meira enn tað, sum íløgan í Beinisvørð er.

- Í løtuni er tað høgi oljuprísurin, sum drepur alt, men vit høvdu ikki gjørt hesa íløgu, um vit ikki hildu, at hon kann bera seg fíggjarliga. Tað hevur so ógvuliga nógv at siga í slíkum rakstri, at skipið kann kom inn um morgunin og loysa aftur um kvøldið, men tá krevst, at alt riggar, sum tað skal. Nú alt, sum hevur við fiskiveiðina at gera, skuldi verið í góðum standi umborð á nýggja skipinum, hava vit góðar vónir um, at hetta fer at bera til.

Reiðarin sigur, at eginpeningurin í felagnum Sancy Trawl er øktur við stívliga tveimum miljónum krónum upp í 4,8 miljónir krónur.

- Vit eru sera fegin um tann uppbakning, sum henda verkætlan hevur fingið – í fyrsta lagi í nærumhvørvinum, men eisini uttanfyri okkara økið.

Hann sigur, at nógvir eigarar eru í felagnum, og størsti einstaki er Rock Trawl Door.

- Vit eru eisini sera fegin um, at feløgini Fjallbrúður og Framtíðin vilja stuðla undir ætlanina, eins og handverkarafelagið, sum hevur verið við frá byrjan, framhaldandi er við í verkætlanini.

Reiðarin heldur, at tað er ikki at taka munnin

ov fullan at siga, at Beinisvørð er bygdaogn í Vági.

- Øll fíggingin er føroysk, og eru tað Eik Banki og Realurin, sum hava fíggjað skipakeypið. Tað eru vit eisini sera takksom fyri, leggur Hans í Líðini aftrat.

 

Ógvuliga spentir

Beinisvørð hevur góða last til kør, og tað er ein fyrimunur, tí tá tekur landingin styttri tíð. Lastin er soleiðis púrasta klár til fiskin, tá ið skipið ætlandi loysir seinni í hesum mánaðinum, um alt gongur, sum ætlað.

- Vit eru ógvuliga spentir upp á hesa verkætlan. Okkara mál var, at báturin skuldi koma higar til lands í góðum standi, vakur og nossligur, og tað halda vit, at hann er, sigur Hans í Líðini, reiðari.