Úttalilsir hjá Bjarna Djurholm, fíggjarnevndarformanni, eru eftirhondini vælkend. Tað tykist tíverri sum at Bjarni Djurholm arbeiðir bara fyri einum einasta politiskum endamáli. Tað endamálið eitur Bjarni Djurholm.
At politisk sakligheit, loyalitetur, ábyrgd og sannleiki so mugu dvína fyri hesum hægra endamáli, er eyðsæð. Serliga gongur tað út yvir undirritaðu og tjóðveldisflokkin, men tað leggja vit ikki petti í. Verri er tað, at hann eisini bakbítur løgmann, alt landsstýrið, samgonguna og skilafólk í hansara egna flokki. Og harvið sáar hann eftir øllum at døma við vilja støðugan iva um trúvirðið í eini samgongu, sum arbeiðir fyri at byggja einar sjálvstøðugar Føroyar.
Reinging av veruleikanum
Vit hava aftur nú sæð tað í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina fyri ár 2000. Bjarni Djurholm reingir veruleikan og sigur ósatt í fleiri førum til tess at skaða landsstýrið.
Fíggjarnevndarformaðurin ákærir landsstýrið fyri at hava hækkað fíggjarlógina. Hetta er ábyrgdarleys tala og ein undirgraving av stýrisskipanini. Landsstýrið kann ikki hækka nakra fíggjarlóg. Tað kann bert løgtingið - við fíggjarnevndini á odda, har Bjarni Djurholm er formaður. Og hesaferð hækkaði løgtingið fíggjarlógaruppskot landsstýrisins bæði eftir tilmæli frá fíggjarnevndini og seinni við andstøðuuppskotum.
Har var onki uppskot til heildarsparingar frá Bjarna Djurholm og ongar politiskar grundgevingar fyri nøkrum. Hartil er at siga, at stórsta hækking á fíggjarlógini yvirhøvur er til løgtingið sjálvt. Hesum hevur Bjarni Djurholm bæði atkvøtt fyri og virkað hart fyri.
Høvdu hartil øll uppskotini frá andstøðuni í hesum árinum verið samtykt, so hevði fíggjarlógin hækkað við trýsiffraðum milliónaupphæddum afturat.
Ósannindir um
400 mió. í øking
Fíggjarnevndarformaðurin pástendur, at landsstýrið og henda samgongan hava hækkað fíggjarlógina við uppímóti 400 mió. krónum uppá hálvtannað ár. Hetta er beinleiðis ósatt.
?Undir hesum landsstýrinum er fíggjarlógin fyrst og fremst hækkað við lønarútreiðslunum til almennu starvsfólkini. Fyrst 3% frá 1. januar í ár, sum undanfarna samgonga avtalaði við fakfeløgini afturfyri lønarniðurskurðin í 93. Síðani við lønarsamráðingunum í ár.
?Hartil hava vit hækkað almanna- og heilsumál (herundir pensiónir) og undirvísing og gransking. Tí at tað er skilagóður politikkur, og tað er neyðugt fyri at skapa eitt sjálvbjargið land og fólk.
?Aðrar hækkingar eru serligar íløgur, sum vit hava mett at verið neyðugar eftir íløgusteðg í 8 ár. Stórstu upphæddirnar eru til vaktarskip og Sandoyarskip, sum verða goldin yvir tvey ár.
Vit hava hildið tátt
Vit eru í einum tíðarskeiði, sum helst er tað ringasta at stýra í. Har vit kunnu siga, at ein stór alda fjaraði burtur í kreppuárunum (vit blakaði 13 milliardir á sjógv í 80?unum). Tá var øllum skilligt, at neyðugt var við tiltøkum, og tey flestu royndu at bjarga sær í teirri turru fjøruni, meðan tað fjaraði alt meira.
Men eftir at krepputiltøkini vórðu slept og eftir bankaavtaluna við danir, er tað eins og ein stór flóðalda aftur skuldi skola inn yvir ta turrløgdu fjøruna. Allastaðni komu nú krøvini um at fáa sín part av vætuni. Nú skuldi kompenserast fyri turrleggingina fyrst í 90?unum. Lønarkrøvini, hækkingarkrøvini og alt hitt, sum varð drenað, skuldu nú nøktast í einum, hildu mong. Øll høvdu eina góða sak og góðar grundgevingar. Her var ongin motivatión fyri afturhaldni.
Men vit hava tikið ábyrgdina av, at flóðaldan ikki skolaði og snýsti alt uppá turt aftur.
Tað hevur verið ómetaliga trupult. Alt hettar árið er farið við at royna at fáa brimgarðin at halda. Og í tinginum hava gingið nógv fólk, sum heldur vildu seta hol á brimgarðin og fáa heiðurin fyri at leska tey turru økini. Vit hava syrgt fyri, at brimgarðurin heldur. Fíggjarlógin í ár hækkar fyrst og fremst við lønarhækkingunum og so nøkrum neyðturviligum betringum afturat. Fyrst og fremst til pensiónir og til betringar innan almanna-, heilsu, skúla- og mentanarøkið.
Ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur
Vit føra ein ábyrgdarfullan og stramman fíggjarpolitikk, sum ger okkum meira og meira sjálvbjargin fyri hvønn dag:
?Vit brúka nógv minni enn vit tjena. Almennu útreiðslurnar vaksa nógv spakuligari enn heildarbúskapurin. Yvirskotið veksur í hvørjum og fer at tátta í hálva milliard í 2000.
?Vit hava parkerað blokkstuðulin og brúka sambært sera varisligum metingum bert góðar 300 mió. av honum til at reka hetta samfelagið.
?Vit hava gjørt avtalur um at tálma almennu íløgurnar gjøgnum avtalur við kommununar.
?Vit hava fingið strikað ætlanirnar um studning til fiskiflotan.
?Vit gera eina langtíðarraðfesting av øllum íløgum 10 ár fram, sum eisini verður løgd fyri andstøðuna at fáa semju um.
Alt hetta er politikkur, sum ongantíð hevur verið framdur áður í Føroyum. Hvørki av seinasta ella nøkrum landsstýri undan hesum. Allar metingar frá búskaparfrøðingum siga, at vit eru á rættari kós. Og øll vita innast inni, at um tað ikki var hendan fullveldissamgongan við hesum fíggjar- og búskaparpolitikkinum, sum sat við róðrið, so var alt okkara yvirskot uppá hálva milliard brent av uppá stutta tíð. Lurtið bara eftir krøvunum frá andstøðuni.
Ábyrgdarleysur sjálvdráttur
Úttalilsini hjá Bjarna Djurholm eru ábyrgdarleys. Tá vit verða eitt sjálvstøðugt land, fer tað als ikki at bera til hjá einum tingmanni, at ganga í slíkum sjálvdrátti. Tá fer tað at fáa beinleiðis ávirkan á okkara altjóða umdømi og kredittvirði, at formaðurin í løgtingsins fíggjarnevnd leggur eftir fíggjarpolitikki landsins á henda hátt. At hann vísir so lítið innlit í samfelagsbúskap og so ringan loyalitet móti tí ábyrgdarfulla fíggjarpolitikki, ið verður stungin út í kortið frá landsstýrinum.
Eitt samfelag fyri øll
Tað verður ikki tann einfalda kutingar- og skerjingarhóttanin hjá Bjarna Djurholm, sum ger hetta samfelagið sjálvbjargið. Tað verður ein trygg tillaging, har vit halda tátt og raðfesta okkara pengar til eitt føroyskt vælferðarsamfelag fyri øll. Fyrst og fremst til almannamál, heilsumál, útbúgving, gransking, mentan, samferðslu og samskifti. Til tað, sum gagnar øllum, uttan mun til inntøku, ogn ella partapolitiskan lit.
Gevst at
órógva tey, sum arbeiða
Vit minnast sum børn, tá børnini í bygdini í felag settu sær fyri tildømis at laða ein garð ella eina byrging. Tá arbeiddu flestøll væl saman, tí tað var jú til felags gagn. Men altíð vóru onkrir dreingir sum heldur vildu ganga og rópa eftir hinum. Heldur enn at laða og gera nakað, so stillaðu teir seg í grótrúgvuna, sum øll høvdu savnað, og steinaðu eftir hinum. Tað hendi seg eisini meira enn so, at tá vit vóru liðug at laða, so vildu teir kortini sleppa uppí ? ja, kundu enntá finna uppá at taka æruna av arbeiðinum hjá hinum. Oftast lovaðu vit teimum uppí, tá samanum kom.
Bjarni Djurholm skal eisini vera vælkomin uppí, tá vit hava gørt arbeiðið. Men tað hevði ikki verið verri, um hann gavst at steina og bróta niður, meðan vit arbeiða.
Vit arbeiða í hvussu er víðari við góðum treysti. Tí vit vita, at vit vinna á mál.
Karsten Hansen og Høgni Hoydal
Landsstýrismenn