Dokumentarfilmur varpar ljós á Livar og Føroyar

Susan Gatti, leikstjóri, fer í næstum at varpa ljós á havrógving og túrin hjá Livari Nysted og manningini umborð á Artemis Investments í dokumentarfilmi. Ein slíkur filmur varpar ljós á Føroyar, sigur Livar Nysted

Livar Nysted er bilsin, men samstundis fegin.
Susan Gatti, amerikansk leikstjóri, fer at seta sjóneykuna á havrógving í einum komandi dokumentarfilmi. Filmurin fer mest at snúgva seg um túrin hjá Livari Nysted og hinum umborð á Artemis Investments um Atlanshavið.
- Ein slíkur filmur varpar ljós á Føroyar. Tað er stuttligt, heldur Livar Nysted, sum tosaði við leikstjóran umvegis telefon í gjár.

Heimsmetið
Eftir slakar 44 dagar í viðráki og mótráki um Atlantshavið í bátinum Artemis Investments, fingu Livar Nysted, Don Lennox, Leven Brown og Ray Carroll aftur fast undir fótum í St. Mary í Scilly Oyggjunum í summar. Báturin var skjótasti árabátur um Atlantshavið nakrantíð. Gamla metið áttu tveir norðmenn, sum nýttu gott og væl 55 dagar um teinin fyri 114 árum síðan.
Túrurin vakti ans í altjóða miðlum. BBC Bretland, The Guardian og aðrir miðlar skrivaðu nógv um nýggja heimsmetið.
Susan Gatti hevur drúgvar royndir sum leikstjóri. Hon hevur verið í vinnuni í gott og væl 20 ár. Hon hevur staðið á odda fyri fleiri ymiskum og væl umtóktum dokumentarfilmum, sum tó ikki hava funnið vegin til Føroya.
Gatti prátaði við Livar og hinar framman fyri snurrandi myndatólum undan og eftir ferðini í summar. Samrøðurnar skulu eisini brúkast í filminum.
- Eg hevði sjálvur eitt upptøkutól við, og eg fekk fleiri feskar upptøkur. Myndirnar eru eitt sindur øðrvísi, og Susan Gatti vil fegin hava tær í filminum eisini, greiðir Livar frá.
Yvirskipaða evnið í dokumentarfilminum er havrógving, men túrurin hjá Artemis Investments eigur stóran leiklut.
Livar Nysted veit ikki stórvegis annað at siga um innihaldið í verkætlanini. Tað er ikki greitt, nær filmurin verður liðugur, og manningin, sum róð um Atlanshavið, fær neyvan stórvegis vinning burturúr.
- Tað snýr seg heldur ikki um pengar. Tað er ikki hvønn dag, at tínar upplivingar verða partur av einum dokumentarfilmi, sigur Livar.

Komin fyri seg
Tað eru seks mánaðir síðan, at Artemis Investments kom í land, og Livar Nysted vendi aftur til Føroya og heimbygdina Hvannasund.
Hann er komin fyri seg aftaná drúgva túrin, og hann vísir ikki aftur, at hann fer ein slíkan túr aftur.
- Eg havi ongar ítøkiligar ætlanir, men eg kundi væl hugsað mær at farið slíkan túr aftur, sigur Livar Nysted.
Har við vísir hann ikki aftur, at hansara upplivingar á sjógnum møguliga verða partur av fleiri dokumentarfilmum.