Drápsmaðurin, ið hvarv?

?

Franski læknin, Yves Godard, ið er eftirlýstur fyri morð, er framvegis ikki funnin. Í farnu viku varð hann skrásettur í kriminal-yvirlitinum í Interpol, og eftirlýsing varð send løgregluni í Føroyum. Hildið var, at læknin kanska ætlaði sær at flýggja til Føroya.


Kriminalløgreglan í Havn, ið er til reiðar at handtaka mannin, hevur enn onki frætt um hann.


? Var maðurin funnin, hevði eftirlýsingin verið avblást. Tað er hon ikki, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini.


At drápsmaðurin skal hava vunnið upp land í Føroyum tykist lítið sannlíkt. Illveður hevur verið longi, og sagt verður, at stuttleikabáturin hjá honum neyvan hevur verið nóg tryggur millum brotasjógvarnar, ið hava leikað kring oyggjarnar seinastu dagarnar.