Í kvøld verður føroyski sangarin Jens Marni Hansen at síggja í sendingini Stjerneklar á DR1.
Talan er um eina kapping, har royndir sangarar skulu syngja løg hjá sínum fyrimyndum.
Enn vita vit ikki, hvønn Jens Marni Hansen fer at tulka, men tað fáa vit at síggja í kvøld.
Sendingin fer í luftina klokkan 19 føroyska tíð á DR1, og til ber at fylgja við á netinum HER.
LES EISINI: Jens Marni Hansen í danskari sjónvarpskapping
Umframt Jens Marna Hansen, so verður Søren Haugaard Pedersen eisini við í Stjerneklar. Hann eigur tørn 12. mai.
Les samrøðuna við hann HER.