Ofta hevur tað hilast væl hjá havnardreingjum, sum vunnu FM bæði í 1995 og 1996, men í fýra teimum fyrstu kappingunum í ár hevði gingið illa, ja á varmakeldu luttóku teir ikki í kappingini. Men teir vunnu í Sandavági, og harvið bjargaðu teir Havnar Róðrarfelag einasta sigurin.
Drekin fekk góðan start, og tað var so skjótt, at hann var so klárt á odda. Blikur av Argjum hekk væl uppií eina góða løtu, meðan hinir bátarnir leingi lógu í einari rúgvu, har tað ikki slitnaði sundur.
Tá bátarnir komu inn á slættari sjógv, tódnaði tað nógv í oddinum, Havfrúgvin svam væl betri, enn hinir bátarnir gjørdu, og tað eydnaðist vestmannnadreingjum at taka Blikin á sjálvum málinum. Men munurin fram til Drekan hevði verið so mikið stórur, at hann var eina hálva bátslongd undan Havfrúnni á mál.
Á varmakeldu stóðu vágsdreingir í Royndini Fríðu seg væl. Hesa ferð endaðu teir á fimta plássið, men fjarstøðan fram til Drekan var so mikið lítið, at tað er ikki óhugsandi, at bæði teir umborð á Kolli, Bliki og Havfrúnni kunnu saman við teimum umborð á Royndini Fríðu gera seg galdandi á ólavsøku. Tá verður eingin kapping um FM heitið, tí tað hevur Havfrúgvin longu vunnið.