Drekin snýtti Erlu Kongsdóttir

5-MANNAFØR KVINNUR Eftir at tær úr Fuglafirði leingi høvdu verið fremstar, hefti einki í endaspurtinum fyri Drekanum hjá Havnar Róðrarfelag

Soleiðis sum henda kappingin mynd­aðist á Norðoyastevnu, so var tað ilt at ímynda sær annan vinnara í hesi kappingini á Sundalagsstevnu enn Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði.
Í Klaksvík var Erla Kongsdóttir tað mesta av tveimum bátslongdum frammanfyri Drekan. Í startinum og ein fittan part av teininum var Erla Kongsdóttir fremst á Sunda­lagsstevnuni, og harvið var tað einki, sum bendi á, at tað skuldi ganga øðrvísi hesa ferð, enn tað gjørdi fyri einari viku síðani.
Men so við og við bjóðaði Drekin av. Endaspurturin var sera spenn­andi, bátarnir í miðjuni lógu leingi borð um borð og stavn um stavn, men tað vísti seg, at tær umborð á kvinnubátinum hjá Havnar Róðrar­felag vóru tær drúgvastu. Munurin var tó ikki stórur: bara sjálvur stavn­urin og kanska eitt evarska lítið singur aftrat.
Úrslitið leygardagin bar við sær, at tað nú er púra javnt í FM kapp­ingini.
Eingin spenningur var um hini trý plássini. Blikur, sum eina løtu var væl við, var meiri enn tvær bátslongdir aftanfyri Erlu Kongs­dóttir og meiri enn tríggjar bátslongdir frammanfyri Firvald, sum aftur var fleiri bátslongdir framm­an­fyri Havfrúnna.

Úrslit
1 Drekin 05:37.11
2 Erla Kongsdóttir 05:37.21
3 Blikur 05:45.09
4 Firvaldur 05:57.05
5 Havfrúgvin 06:06.06

Støðan
1 Drekin 13
2 Erla Kongsdóttir 13
3 Blikur 9
4 Firvaldur 9
5 Havfrúgvin 6