»Skál og góða ólavsøku!« Á ólavsøku verður drukkið, og tað verður drukkið nógv. Við festivalum bæði fyri og eftir ólavsøku er ilt at siga, hvussu nógv fólk drekka júst á ólavsøku, men Rúsdrekkasøla Landsins hevur gjørt eitt yvirlit yvir, hvat og hvussu nógv løgdu undir seg, tær báðar tvær vikurnar fyri tjóðarhátíð okkara í fjør.
Selja fyri átta milliónir
Rúni Herup Olsen, innkeypsleiðari í Rúsdrekkasølu Landsins, sigur, at tey meta har, at sølan verður nakað tann sama í ár sum í fjør. Tað merkir, at føroyingar helst fara at keypa rúsdrekka fyri 8.245.197 krónur, tí so mikið brúktu føroyingar í Rúsdrekkasølu Landsins upp undir ólavsøku í fjør.
Hesar krónur vórðu býttar soleiðis, at 4.341.801 krónur fóru til spiritus, 2.411.091 krónur til øl og 1.492.305 krónur til vín. Fyri hesar pengar fingu føroyingar 95.046 litrar av øl, 22.279 litrar av víni og 19.596 litrar av spiritus.
Tilsamans 136.921 litrar av rúsandi løgi.
– Um eg persónliga skal gera nakrar viðmerking til innkeypsvanarnar í løtuni, so rokni eg við, at serliga sølan av cider fer at verða stór upp undir ólavsøku í ár, sigur Rúni Herup Olsen sum viðmerking til hagtølini.
Drekka meiri vín
Í yvirlitinum hjá Rúsdrekkasølu Landsins verður cider bólkað undir vín. Tað sæst eisini aftur á hagtølunum, sum vit eisini prenta her á síðuni, tí í 2008 seldu tey væl meiri vín enn í 2007.
Harumframt minkaði sølan av bæði øl og spiritus frá 2007 til 2008.
Í BOKS:
Rúsdrekkasølan upp undir ólavsøku
2008:
Vín 22.279 litrar Kr. 1.492.305
Spiritus 19.596 litrar Kr. 4.341.801
Øl 95.046 litrar Kr. 2.411.091
2007:
Vín 18.999 litrar Kr. 1.267.037
Spiritus 22.106 litrar Kr. 4.551.510
Øl 105.441 litrar Kr. 2.625.966