Chelsea-miðvallarin Frank Lampard heldur, at liðfelagin Didier Drogba er besti álopsspælarin í heiminum. Tað sigur Lampard, eftir at Drogba hevur víst stórform seinastu vikurnar.
- Drogba er ein spælari í heimsflokki, og hann er í stórformi í løtuni. Eg haldi, at Drogba er tann besti álopsspælarin í heiminum, tí hann er so fjølbroyttur í sínum spæli, sigur Frank Lampard við blaðið Sporting Life.