Droyma um fyrstu Europaferðina

Løgmanssteypið: Felags fyri AB og 07 Vestur er, at tey ongantíð hava verið í steypafinaluni

Í kvøld verður fjórðingsfinala á Argjum millum tvey feløg, sum ongantíð hava vunnið steypakappingina, og sum ongantíð hava luttikið í europeiskari kapping.

 

AB fær vitjan av 07 Vestur.

 

Ein fjórðingsfinala verður millum AB og 07 Vestur. Hvørki AB ella 07 Vestur hava nakrantíð vunnið steypakappingina, og hvørki annað ella hitt felagið hevur nakrantíð rokkið í finaluna.

 

Tað eru átta ár síðani, at AB og 07 Vestur hittust í kappingini um løgmanssteypið. Ta ferðina var tað AB, sum spældi seg í hálvfinaluna.

 

Hagtølini í faroesoccer.com siga, at 07 Vestur og AB ikki hava spælt ímóti hvørjum øðrum í steypakappingini síðani í fyrsta umfari í 2015. Tá var AB í bestu deildini, og 07 Vestur var í næstbestu deildini. AB endaði á 8. plássi í bestu deildini, og 07 Vestur endaði á 3. plássi í næstbestu deildini. Í steypakappingini hittust 07 Vestur og AB 6. apríl í Sørvági, og tá vann AB 2-1. Tveir 07 Vestur spælarar, sum vóru við ta ferðina, eru framvegis á listanum. Teir eru Sølvi Egilsson og Jóannis á Steig.

 

Eingin AB spælari, sum fyri átta árum síðani var við til at vinna steypadystin í Sørvági, er longur á AB liðnum.

 

Í fjør vann 07 Vestur seg í hálvfinaluna. AB hevur ikki verið í hálvfinaluni síðani í 2018.

 

26. apríl var 07 Vestur á Argjum og spældi landskappingardyst. Tá fóru gestirnir vestur aftur við 2-1 sigri.

 

AB – 07 Vestur: Bjarki Danielsen kl. 17.00.