Tað vóru Ása Olsen, forkvinna fyri stýrið í Dugna, Hedvig Johansdóttir, stjóri í Dugna og John Kári Jacobsen, formaður fyri nevndina í Soli Deo Gloria, sum skrivaðu undir avtaluna um trý ára leigusáttmálan.
– Dugni hevur arbeitt við at innrætta virksemið á Kambsdali betur. Við verkstøðum til timbur, seyming, sundurskiljing og polstring eru karmarnir nú framúr góðir. Vit hava tó havt eitt ynski um at hava endurnýtsluhandilin tættari øðrum handlum og virksemi, so fólk lættari kunnu koma á gátt, og vit enn betur kunnu røkka okkara málbólki, og hetta verður nú veruleiki í Klaksvík, sigur Dugni í tíðindaskrivi.
Dugni hevur fingið størri játtan á løgtingsfíggjarlógini, er ein av orsøkunum, at Dugni nú letur upp í Klaksvík.
– Vit eru landsstýrinum og løgtinginum ógvuliga takksom, tí hetta gevur okkum møguleika fyri enn betur at røkka endamálinum hjá Dugna í Eysturoy og Norðoyggjum. Somuleiðis eru vit hjartaliga takksom til Klaksvíkar kommunu og grannakommunurnar; Viðareiðis kommunu, Kunoyar kommunu, Hvannasunds kommunu og Fugloyar kommunu fyri játtaðan stuðul og góða móttøku, nú handilin letur upp í Klaksvík í næstum, skrivar Dugni á heimasíðuni.