FÓTBÓLTUR
Seinnapartin í gjár vann Chelsea 3-0 á útivølli móti Arsenal. Teir bláu gjørdust sigursharrar í Londonuppgerðini og vunnu við trimum málum, eins og teir gjørdu seinast liðini hittust á Emirates Stadion. Tá gjørdist úrslitið 4-1 til Chelsea. Hetta var í maimánaði í fjør, men hóast fýra mál, taldist Didier Drogba ikki millum málskjúttarnar og tað er sjáldsamt.
11 ferðir hevur hann spælt í móti Arsenal. Tíggju ferðir hevur hann skorað í móti Arsenal. Átta ferðir hevur hann vunnið á Arsenal og tríggjar ferðir hann spælt javnleik.
Drogba, sum kom til Chelsea í 2004, hevur ongantíð tapt ein dyst í móti Arsenal.
Hesi fimm árini Drogba er tað blivið til 108 mál frá hansara síðu, og so nógvu mál hevur eingin útlendingur gjørt fyri Chelsea. Í roynd og veru eru tað einans sjey mans, ið hava skotið fleiri mál í Chelsea enn Drogba.
Gekk seint fyri seg
Hóast 31 ára gamal, er tað bara tíggju ár síðani, at Drogba gjørdist yrkisleikari burturav. Hetta var, tá hann sum 21 ára gamal skrivaði undir sáttmála við Le Mans, sum spældi í næstbestu fronsku deildini.
Trý ár seinni, tá Drogba var 24 ára gamal, spældi hann sín fyrsta dyst í bestu fronsku deildini. Hetta var fyri felagið Guingamp, har Drogba spældi hálvtannað ár, áðrenn leiðin gekk til Marseille og síðani Chelsea.
Árið fyri – í 2002 – fekk tá 24 ára gamli Drogba landsliðsboð. Við øðrum orðum hevur fótbóltsliga menningin hjá Drogba ikki gingið heilt so skjótt fyri seg sum hjá onkrum øðrum.
Fingið úrslit
Men hóast hetta, hevur Drogba sanniliga góð úrslit at vísa á. Størsti persónligi sigurin higartil til er ivaleyst, tá hann var kosin ársins afrikanski leikari í 2006. Hetta sama árið vann hann eisini Premier League við Chelsea, eins og hann varð kosin liðskipari á landsliðnum hjá Fílabeinsstrondini.
Kappingarárið 2006-2007 royndist eisini serstakliga væl hjá honum. Hann gjørdist toppskjútti í Premier League við 20 málum, og vann av gylta bóltin.
Í Chelsea hevur Drogba vunnið Premier League tvær ferðir, FA Cup tvær ferðir, Carling Cup tvær ferðir og Community Chield tvær ferðir.
Tað er tó ikki bara talan um sigrar hjá Drogba. Í 2008 tapti hann Champions League finaluna við Chelsea, í 2006 tapti hann finaluna í Afracian Nations Cup við Fílabeinsstrondini og í 2004 tapti hann UEFA Cup finaluna við Marseille.
Fleiri sigrar í eygsjón
Tað er tó nógv sum bendir á, at Didier Drogba hálar fleiri sigrar heim í næstum, tí bæði í Chelsea, á landsliðnum og reint persónliga á vøllinum gongur tað serstakliga væl hjá honum.
Seinasti stóri sigurin var, tá hann var við at tryggja Fílabeinsstrondini eitt pláss í HM-endaspælinum fyri aðru ferð á rað og fyri aðru ferð nakrantíð.
Í farnu viku var hann eisini við at syrgja fyri, at Chelsea spældi seg víðari í bólkaspælinum í Champions League.
Fyri nøkrum døgum síðani gjørdist greitt, at hann telist millum teir tíggju, sum hava møguleikan at vinna Ballon d’Or og í gjár prógvaði hann við tveimum málum, at Chelsea er besta boði upp á ein komandi enskan meistara í løtuni.
Samstundis syrgdi hann eisini fyri, at hann, saman við Jermain Defoe í Tottenham, hevur skotið fleiri mál enn nakar annar í Premier League higartil.