Dupultmoralur á Vaglinum ella?

Anskar Hansen
---------

Liggi innibrendur við nøkrum sera álvarsamum spurningum, sum tit, ið ganga niðan á Vaglið við herrópum, eiga at kunna svara uppá.

Tit rópa: ”Fingrarnar vekk frá mínari pensión, nei til flatskat” og ikki minst ” latið okkum vísa teimum, hvør hevur veruliga valdið”.
Vóni virkuliga, at tit kunnu svara líka so kontant, sum eg spyrji tykkum, og ikki koma við politiskum uttanumtosi, men hart og kontant svara mær.
Nú er veruleikin tann, at landskassin í dag eigur 1,7 milliardir krónur inni á tykkara pensiónskonto, og um nøkur ár eigur landið um 9 milliardir krónir inni á tykkara pensiónskonto.
Hvat meina tit við, tá tit rópa hart og øsa fólk upp um, at landið skal halda fingranar vekk frá tí, teir onki eiga í?
Eitt av herrópinum var ”solidaritetur”. Við øðrum orðum tit skuldseta landið fyri at vera ósolidariskt.
Veruleikin er, at tit móttaka øll pengar inn á tykkara konto, sum tit als ikki eiga – pengar, sum landið eigur. Ein stóran part av pengunum flyta tit beinleiðis, hvønn lønardag, beint av landinum til pensiónskassar í øðrum londum, og harvið drena okkara lítla land fyri milliardir. Ja, um nøkur ár hava tit flutt nógvar milliardir, sum landið eigur - og ikki tit - út av landinum! Er tað solidaritetur? Er tað tað tit meina við ”solidaritet”.
Fjølmiðlanir eru um dagarnar fyltir av fólki umboðandi lønmóttakarar. Hugsi um 1700 lønmóttakarar, sum gráta síni mødigu tár, tí um skattingin kemur í gildi nú á nýggjárinum so vita tit ikki tykkara livandi ráð, hvussu tit skulu fáa tykkara pensiónsløn senda beinleiðis av landinum, og landið má steðga á, so tit finna ein nýggjan beinleiðis veg út av landinum við pengunum, so tit framvegis heilt av sær sjálvum kunnu drena tað føroyska samfelagið fyri pengar. Er tað solidariskt, eigur tað ikki at smakka onkrum nokk so illa í munninum, ella er tað bara landið, sum skal vísa solidaritet?
”Latið okkum vísa teimum, hvør hevur veruliga valdið”, var ein av yvirskriftunum til Hertakið Vaglið. Nú má eg spyrja hart og kontant: Eru tit ikki greið yvir, at vit búgva í einum av heimsins mest demokratisku samfeløgunum? Eru tit ikki greið yvir, at tað júst hevur verið val? Ell góðtaka tit ikki valið? Ynskja tit at gera ”statskvett”? Halda tit, sum ráða í fagfeløgunum, at tað skulu vera tit, sum veruliga ráða her á landi? Er tað tað, tit skuldu brúka mannamúgvuna á Vaglinum til? Eru tað tit fagfelagleiðarar, sum misbruka tykkara vald, so tit kunnu fella nývaldu stjórnina? Ella hvat meina tit við, tá tit fara í herróp ” latið okkum vísa teimum, hvør hevur veruliga valdið”?
”Nei til flatskatt” var eitt annað herróp. Í nógv ártíggju hevur man ferð eftir ferð hoyrt fagfelagsfólk og onnur rópa um, at tað ikki loysir seg at arbeiða yvir - ella at tað í sum heild ikki loysir seg at forvinna nakað eyka, tí tað fer bara alt upp í skatt. Eisini hevur mann ferð eftir ferð hoyrt um, at vit gjalda alt ov nógv í skatti her á landi. Nú gera teir tað so, at tú kanst forvinna akkurát so nógv sum tú vilt, uttan at tað kostar tær nakað eyka í skatti, og nú eru tit í øðini inn á tað. Hevur tað so øll árini verið ein lygn frá arbeiðarans síðu, tá tit søgdu, at tað ikki loysti seg at vinna eyka, ella er tað nú, tit lúgva fyri fólkinum og øsa tey upp um flatskatt. Ella er tað yvirhøvur gjørligt, at báðar útsagnirnar hjá tykkum passa? Kann man meina tað, at skatturin eigur at fara niður og samstundis øsa fólkið upp um, at man ikki skal koyra skattin niður?
Tá ein lágløntur betalur millum nakað og onki í landsskatti, hvussu meina tit, at ein slíkur kann fáa skattalætta, ella er tað bara jantilógin, sum hevur tikið yvirhond á fagfelagsleiðarunum, so tit fáa so ókristuliga ilt í reyvuna av at onnur fara væl? Er tað har, skógvurin trykkur? Ella er tað, at tit ikki vilja góðtaka, at Føroyaland hevur ein borgarliga stjórn, vald av Føroya fólkið fyri bert einum mánaða síðani?
Góði tit, svarið mær hesum spurningum, tí teir hanga sum ein marra yvir mær og øðrum við.