DVD frá Sprotanum: »GUD – er hann deyður?«

Sprotin gevur út greinasavn og visuella DVD, sum byggir á ráðstevnuna "Er Gud deyður?", sum var í summar.

Sprotin sigur soleiðis um útgávuna:

»Er Gud til? Hevði Darwin rætt? Kann politikkur byggja á trúgv? Kann kristindómurin vera skaðiligur? Hesir spurningarnir hava seinastu mongu árini myndað kjakið um átrúnað kring heimin, bæði við populervísindaligum bestseljarum og í korridorunum í akademiska heiminum.

Men hóast átrúnaður, ella rættari sagt kristindómurin, er ein fastgrógvin partur av føroyskari mentan og hevur persónligan týdning fyri nógvar føroyingar, er tann kritiska og djúptøkna viðgerðin av spurningum, sum nema við átrúnað og lívsáskoðan, ikki serliga sjónlig í Føroyum.

Tí tóku Heini í Skorini og Janus á Ryggi stig til ráðstevnuna “Er Gud deyður?” í Norðurlandahúsinum á sumri í 2011. Á skránni vóru átta framløgur, sum frá ymsum sjónarmiðum viðgjørdu omanfyri nevndu fýra spurningar. Símun Absalonsen og Rói Patursson grundgeva fyri og ímóti, hvørt ein gud er til ella ikki. Hans Andrias Sølvará og Heðin Lamhauge grundgeva fyri og ímóti menningarlæru Darwins. Hanus Kamban og Rúni Rasmussen viðgera frá hvør sínum sjónarmiði, hvørt politikkur kann ella skal byggja á átrúnaðarligar sannføringar. Og Jákup Reinert Hansen og Ása Johannesen eru somuleiðis ymisk á máli um, hvørt kristindómurin hevur og hevur havt positiva ávirkan á einstaklingin og samfelagið.

Hesar átta framløgurnar eru nú savnaðar í hesi útgávuni, bæði sum tekstir og sum visuellar framløgur á DVD. Úrslitið er ein tvørfaklig útgáva, sum nemur bæði við heimspeki, gudfrøði, lívfrøði, samfelagsfrøði og søgu.

Tað er ógvuliga sjáldan, at kritisk viðgerð av átrúnaði verður borin fram ella fest á blað í Føroyum. Tí vága vit okkum at halda uppá, at henda útgávan er eitt nýtt og øðrvísi ískoyti til føroyskt kjak. Vón okkara er, at lesarin og hyggjarin kann fáa nýtt innlit í teir stríðsspurningar, sum eyðkenna klassiska kjakið um religión, virðir og lívsáskoðan.

Men hví viðgera spurningar um trúgv og lívsáskoðan? Er tað ikki privat og persónligt? Og gerast vit nakrantíð samd? Hesar spurningar hava ritstjórarnir fleiri ferðir fingið, og svarið er einfalt. Eins og vit kjakast um politikk, vinnulív, list, ítrótt og alt møguligt annað, eiga vit eisini at kunna kjakast um átrúnað, heimspeki, lívsáskoðan og virðir. Tí átrúnaður hevur stóra ávirkan á einstaklingar og samfelagið. Tað er okkara lívsáskoðan, sum myndar okkara virði, mentan, lívsstíl og stundum eisini lóggávu. Tí skulu vit eisini kjakast um grundarlagið undir okkara lívsáskoðan. Tí skulu lívsins stóru spurningar eisini viðgerast alment.

GUD - ER HANN DEYÐUR? kemur út á Sprotanum í komandi viku.«