Dygdin skal vera í hásæti

ELDRAØKIÐ Byggingin av nýggjum røktarheimi í Klaksvík er byrjað, og á heysti næsta ár kunnu fyrstu búfólkini flyta inn. – Hetta verður eitt sera snøgt heim fyri tey eldru, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráði. - Umframt allar tænasturnar, fáa tey eisini eitt ótrúliga vakurt útsýnið yvir vánna.

Klaksvík: Tað var í september mánaði í fjør, at byggisáttmálarnir millum kommununa og teir ymisku arbeiðstakararnar vórðu undirskrivaðir.

Enn er eingin bygningur reistur, men fólk hava tók kunnað eygleitt, hvussu gingið hevur arbeiðinum dag frá degi.

Í vikuni komu fyrstu modellini fram av tí heimi, sum í minsta lagi 24 fólk kunnu gleða seg til at skula búgva í. Út frá hesum tekningum sæst, at alt er gjørt fyri at skapa eitt hugnaligt og eitt gott umhvørvi kring nýggja røktarheimið.

Ynskið frá Klaksvíkar kommunu var upprunaliga at byggja eitt heim, har pláss var fyri 48 fólkum. Men játtan fekst tó einans til 24 fólk, sum, saman við øllum tænastunum skulu búleikast í nýggja røktarheiminum.

- Vit hava samtykt, at byggingin skal ikki kosta meiri enn 55,7 milliónir krónur. Men hóast henda rímiliga lága prís, verður ikki slakað eitt einasta petti uppá dygdina, sigur Elsebeth, sum fegnast um at alt býráðið stendur aftanfyri stóru verkætlanina.

Sambært tíðarætlanini skal heimið standa liðugt 14. september í 2013.


Væl útgjørt

Røktarheimið í Klaksvík er ikki tað einasta sum er í gerð í løtuni. Á Boðaneshamri í Havn verður eisini bygt eitt slíkt heim.

Tað er tó ein avgerandi munur á hesum heimunum: Tað í Klaksvík verður einasta røktarheim í Føroyum bert við íbúðum. Umframt alt hetta verða fleiri felagshøli, eins og heimið er innrættað soleiðis, at ein í framtíðini kann hava eitt dagtilhald her.

- - Vit hava gjørt nógv burturúr teirri einstøku íbúðini, sum verður 34 fermetrar til støddar. Við hesi støddini er haraftrat møguleiki fyri, at eitt eldri par kann búseta seg her, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Onkur kann halda, at kostnaðurin uppá slakar 56 milliónir krónur er í hægra lagi. Hetta gevur ein fermeturprís uppá góðar 2200 krónur.

- Og hetta er haraftrat heldur lægri enn líknandi verkætlanir.




UMHVØRVI

Nýggja røktarheimið í Klaksvík liggur skamt við vánna og høvuðsvegaskervið, soleiðis at eldri kunnu búgva mitt í býnum. Nógv er gjørt fyri at skapa eitt gott umhvørvi kring. – Her koma tey eldru at trívast væl, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í sosialu nevnd