Dystast um at fáa fyrsta navnið á nýggja steypið

UEFA Europa Conference League: José Mourinho er millum teirra, sum vit hava hendurnar á nýggja steypinum

Mynd: (Scanpix) José Mourinho, venjari hjá AS Roma

Í kvøld verða fyrru hálvfinalurnar í nýggju UEFA Europa Conference League. Hetta er at rokna sum lítlibeiggi til Europa League, men talan er um minst líka navnfram fótbóltsfeløg, sum eru í hálvfinaluni. Leicester, AS Roma, Feyenoord og Marseille.

Leicester – AS Roma (20.00)

Heimaliðið hevur mist flogið í Premier League og tí verður stillað við sterkastu manning, tá AS Roma og José Mourinho koma á vitjan. Italska høvðusstaðarfelagið er einasta italska felagið, sum er eftir í Evropa.

Væntaðar uppstillingar:

Leicester: Schmeichel; Ricardo Pereira, Fofana, Jonny Evans, Castagne; Maddison, Tielemans, Dewsbury-Hall; Barnes, Vardy, Albrighton.

Roma: Rui Patrício; Mancini, Smalling, Ibañez; Karsdorp, Cristante, Mkhitaryan, Zalewski; Pellegrini, Zaniolo; Abraham

Feyenoord – Marseille (20.00)

Hollendska heimaliðið er við at fáa fótin fyri seg, eftir at hava staðið í skugganum av Ajax seinastu nógvu árini. Tað bleiv ikki til nakað meistaraheiti í ár, men møguleikin at vinna steyp í Evropa smakkar væl. Gestirnir úr Fraklandi eru favorittar.

Væntaðar uppstillingar:

Feyenoord: Marciano; Geertruida, Trauner, Senesi, Malacia; Aursnes, Nelson, Linssen, Kökçü; Sinisterra, Dessers

Marseille: Mandanda; Lirola, Saliba, Ćaleta-Car, Peres; Guendouzi, Kamara, Gerson; Ünder, Milik, Payet

Mynd: (Scanpix) José Mourinho, venjari hjá AS Roma