EB/Streymur fær klaksvíking í hópin

”Ólavur er okkara” – soleiðis skrivar EB/Streymur, nú klaksvíkingurin er komin undir land í Sundalagnum

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 23 ára gamla Ólav Niclassen. Lámi verjuspælarin úr Klaksvík hevur seinasta árið spælt við ÍF, sum er flutt niður.

 

Tað er gongd í við Margáir. Tilgongdin telur Kristian Joensen (KÍ), Dánjal Godtfred (TB) og nú Ólav Niclassen (ÍF), meðan frágongdin telur Róa Zachariasen (AB), Ronni Møller-Iversen (07 Vestur) og Símun Sólheim (B36). Hartil eru Hans Paul Samuelsen, Bárður Olsen og Arnbjørn T. Hansen givnir.

 

EB/Streymur skrivar:

 

23 ára gamli Ólavur Niclassen er uppvaksin í KÍ, men hevur seinasta árið leikt við ÍF. Ólavur er vinstrabeintur verjuspælari og spælir fyri tað mesta á vinstra bakki og í miðverjuni.

 

Ólavur hevur, sambært Faroesoccer, spælt 87 dystir í bestu deildini, 58 í 1. Deild, níggju í kappingini um løgmanssteypið, og seks dystir í Europa League. Umframt hetta, so hevur hann eisini spælt á øllum ungdómslandsliðunum. Millum annað 13 dystir við U21 landsliðnum.

 

Ólavur kemur til felagið við nógvum royndum, og hevur millum annað vunnið føroyameistaraheitið við KÍ í 2019, so vit gleða okkum at síggja hann í bláum og svørtum komandi ár.