EB/Streymur verður altíð í hjartanum

Hann kom til Føroyar uttan at duga eitt orð á føroyskum ella enskum. Hann mundi ikki komið leiðina fram, og mátti renna undan løgregluni. Hann skuldi upprunaliga til Skála, men teir høvdu ikki ráð. Hann er uppvaksin í einum hørðum umhvørvi í Rumenia, og kallar lívið í Føroyum fyri eitt luksus lív. Hann hevur í 12 ár spælt við EB/Streymi, men hevur nú valt at skifta til AB. Hann er rumeni, 33 ára gamal og eitur Sorin Anghel

Í tólv ár hevur Sorin Anghel spælt fótbólt í Føroyum. Hann hevur síðani hann ein kaldan dag í mars mánaði 2001 kom svangur og tystur úr flúgvaranum í vágunum, spælt við EB/Streymi.
Sorin er uppvaksin í rumenska býnum Ramnicu Valcea, har hann eisini gekk í skúla og royndi seg á fótbóltsskúla. Sum 21 ára gamal hittur hann hondbóltsspælaran Alinu Olaru, sum stutt seinni fer til Føroyar.
Hálvt ár seinni stendur Sorin í t-shirt og skilur einki, tá traðkar úr flúgvarinum í vágum - tað er kavi.
Hann møtir til vening við jarn­knobbum, tí ongin hevði greitt honum frá, at í Føroyum verð­ur spælt á graslíki. Fyrstu árini gongur einki serlig, men tá Piotr Krakowski blívur venjari, og Rólant Højsted verður formaður í felagnum, verða stór framstig gjørd.
Í 2006 hevði felagið allar møgu­leikar at vinna FM heitið, men misti tað á stokkinum til HB. Í 2007 kemur fyrsta steypið í hús, tá felagið vinnur steypakappingina. Árið eftir vinnur EB/Streymur greip­una við Sigfríði Clementsen og Magna Mohr sum venjarum.
Í 2009 er felagið í upploysn. Heðin Askham er nýggjur venjari. Í 2012 vinnur Sorin Anghel annað meistaraheitið fyri EB/Streym, men undan seinasta dystinum hevur hann gjørt upp við seg sjálvan, at tað er seinasti dysturin hjá honum í felagnum.
Sorin kennir á sær, at hann hevur gjørt alt hann kann fyri felagið. Hann hevur keypt hús í Havn, og koyringin etur av hon­um. Hann hevur hug at royna nakað nýtt. Hann hevur nógv at takka Sámal Erik Hentze fyri, og vilja gjarna geva honum nakað aftur av øllum tí, sum fyrrverandi hjálparvenjarin hjá EB/Streymi og arbeiðsgevarin hjá Sorin, hevur givið honum. Tí fall valið á AB.
Sorin vildi gjarna, men slapp ongantíð at royna seg á føroyska landsliðnum. Tann dreymin hevur 33 ára gamli rumenin uppgivið, men Sorin Anghel hevur avgjørt at liva føroyska deymin í fleiri ár afturat.

Út at sparka við babba
Sorin situr í arbeiðsklæðum. Hann hevur fingið frí eina løtu, men tað er nógv at gera í Húsa­vøru­tænastuni. Sorin er timburmaður. Tað er við ágrýtni og nógvum rørslum, at fryntligi rumenin greið­ur frá. Hann tosar sjálvlært før­oyskt. Tá hann ikki finnur orð­ið, so skiftir hann til enskt. Tað er einki, ið hann ikki fær greitt frá, tá samanum kemur.
Hugurin at greiða frá og fortelja er stórur. Hann skiftist millum at lena seg framyvir, og lena seg afturav. Eina ferð reis­ist hann eisini, tá hann skal greiða frá hvussu hann rann und­an løgregluni, tá hann lendi í Vágum.
Sorin Anghel er føddur og upp­vaksin í Ramnicu Valcea, sum er ein býur við áleið 100.000 íbúgvum, og liggur góðar tveir tímar frá rumenska høvðus­stað­num, Bukarest.
Sum bara fimm ára gamal fór Sorin saman við pápanum, Anghel Vasile, á leikvøllin hjá lokala liðnum at sparka.
– Babba plagdi at koma heim um 14 tíðina hvønn dag. So fóru vit á vøllin hjá FC Ramnicu Valcea at sparka. Hann taklaði í gjøgn­um. Fór eg at gráta, so segði hann bara, at í fótbólti grætur tú ikki, sigur Sorin Anghel.
Pápin var ein maður, sum legði nógv gott í beinini á soninum. Umframt at sparka við Sorin, so lærdi hann eisini Sorin nógv um lívið.
– Skuldi eg vera heima klokkan 20, so meinti hann eisini klokkan 20. Tað var einki við at koma ein min­utt forseint. Eg skuldi eisini altíð í song klokkan 21, sigur Sorin.
Soleiðis lærdi Vasile sáli sonin hjá sær um disiplin. Sorin er í dag takksamur fyri alt tað pápin lærdi hann um lívið, og dugur væl at síggja, at hann bara ynskti tað besta fyri seg.
Skúlagongd var frá fyrsta til áttinda flokki, sum hjá okkum her. Síðani bjóðaði skúlin ein fót­bólts­flokk komandi fýra árini, sum eisini var tengdur at felag­num í býnum. Hetta dámdi fót­bóltsglaða rumenanum væl.
– Vit vóru í skúla í fýra tímar, og so vandu vit í tveir tímar, greið­ur Sorin frá.
Tað var tó ikki stuttleiki og spæl, sum stóð ovast á dags­skránni. Venjingin var hørð og mál­rættað. Tað var upp til Sorin og hansara liðfelagar at prógva fyri venjaranum, at teir skuldi tíma at brúka tíð upp á seg.
Tað vóru ikki nógvir pengar til, og Sorin hevði ikki ráð at keypa sær fótbóltsskógvar. Hesum mátti felagið hjálpa við.
Sum 19 ára gamal spælir Sorin við í 2. deildardysti móti FC Arges. Á liðnum er millum annað Adrian Mutu, sum seinni gerst víðagitin. Sorin spælir væl, og fær í boðið at skifta til mótstøðuliðið. Tað blívur tó bara til tríggjar mánaðar.
– Eg sat nógv á bonkinum, og var ikki vanur við at verða burtur. Eg tosaði við felagið aftaná tríggj­ar mánaðar, og valdi at fara aftur til Ramnicu Valcea, sigur Sorin.
Tvey ár seinni fær Sorin eyga á eina sprund, sum skuldi vísa seg at broyta lívið hjá honum.

Alina fer til Føroyar – Sorin aftaná
Eitt august kvøld í 2000 eru Sorin og nakrir av liðfeløgnum úti. Teir hugna sær óført, tá Sorin fær eyga á eina vakra kvinnu. Hon er úti við familjuni, tí hon um fimm dagar skal til Føroyar at spæla hond­bólt.
– Vit vóru úti og hugnaðu okk­um, tá eg sá hana. Hon var við familjuni. Eg fór at tosa við hana, og í skemti spurdi eg um vit ikki skuldu halda saman. Hon svaraði blankt nei, tí hon skuldi til Før­oyar um fimm dagar, sigur Sorin og grínur.
Alina skal spæla við StÍF, og tey bæði hava tætt samband, með­an hon er í Føroyar. Alina roynir at lokka Sorin til Føroyar, men hann er ikki sinnur at flyta úr heimstaðnum. Men við sam­ráðingar­borðið við felagið hjá sær fær Sorin aðrar tankar.
– Eg skuldi til sáttmála­samráð­ingar um hetta mundið, og hevði ikki fingið løn fyri tvey tey sein­astu árini. Eg segði við teir, at fekk eg ikki pengarnar so eg fór til Føroyar, greiður Sorin frá.
Hetta var sjálvandi ein hátt­ur at samráðast upp á, men sam­ráð­ingarnar koma ongantíð á mál.
– So ringdi eg til Alinu og boð­aði frá, at eg kom til Føroyar, sigur Sorin og flennur.
Alina hevði tosað við Skála, sum tá spældi í aðru deild, men har vóru ongir pengar. Alina spæl­ir um hetta mundið saman við fleiri spælarum, sum hava til­knýti til EB/Streym.
– Hon ringir so og fortelur mær, at hon hevur funnið eitt felag, sum eitur EB/Streymur. Eg segði bara jaja, tí eg áni ikki hvat tað var fyri eitt felag. Bara at teir akkurát vóru fluttir upp í bestu deild­ina, greiður Sorin frá.

Marru túrurin til Føroyar
Sorin er fyri fyrstu ferð í sam­røðuni trekur at tosa, tá prátið fellur inn á fyrsta túrin til Før­oyar. Hann heldur hendurnar upp fyri andlitið, grínur og ristur við høvd­inum áðrenn hann byrjar at greiða frá.
Søgan byrjar í Rumenia 14. mars í 2001. Sorin Anghel skal á fyrsta sinni flúgva. Hann dugir ikki enskt, og enn minni danskt ella føroyskt. Hann hevur trý viðføri við, og tí ansar hann væl eftir.
– Mamma hevur altíð lært meg, at eg skal ansa væl eftir bagaguni, og ikki lata nakran annan fáa fatur á henni, greiður Sorin frá.
Komin til Keypmannahavnar kemur panikkur í. Hann fær ikki samskift við nakran, og torir ikki at fara út gjøgnum pass-eftirlitið.
Løgreglan fær eyga á hendan unga mannin, sum heldur fram við at standa uttanfyri pass-eftirlitið. Teir koma tí yvir og royna at sam­skifta við hann.
– Eg visti ikki hvat eg skuldi í Dan­mark, og hvussu eg kom til Føroyar. Tað einasta eg dugdi at siga var EB/Streymur, Føroyar og Magnus á Stongum, sigur Sorin við ein­um stórum smíli, meðan hann yppir akslarnar.
Tá hann hevur tosað við løg­regl­una eina løtu, fær hann eyga á viðførið, og við ráðunum hjá mammuni í huga, so reisist hann og drønar avsta eftir henni – og løg­reglan aftaná.
Tingini koma í rætt lag. Sorin verður vístur víðari til flúgvarin til Føroyar, men søgan er bara komin í helvt.
Fyrst tekur tað eina løtu at finna røttu gate’ina. Síðani fara øll fólkini í flúgvarin. Sorin situr eftir, tá ein flogterna kemur yvirtil hann, og spyr um hann skal við.
– Eg vísi henni so ferðaseðilin, men eg vildi bara við, um eg fekk bagaguna við í flúgvarin. Tað bara ikki til, so tey ringu eftir løgregluni, sigur Sorin.
Flúgvarin hjá Atlantsflogi stendur nú og bíðar, meðan løg­reglan roynir at greiða hesum ung rumenanum frá, at bagagan kem­ur við, men hann hon skal í eitt viðføris­rúm.
– Eg var so troyttur, svangur og tystur, at eg bara gav upp og fór í flúgvarin. Tá eg kom inn klappaðu øll, sum vóru í flúgvaranum, greiður Sorin frá við síni eykendu dialekt, og brestur út úr at flenna.
Tað steðgar ikki her. Sorin skal sita millum tveir vælvaksnar menn, sum royna at tosa við, men einki nyttar.
– Tá flogternurnar koma við vogn­inum var eg nakað so svangur og tystur, men eg hevði ongar pengar, og helt at eg skuldi gjalda fyri matin og drekkjuvørurnar. So tá tey spurdu meg, um eg vildi hava nakað, so risti eg bara við høvd­inum, sigur Sorin, meðan hann vísur hvussu hann risti við høvdinum.
Tá hurðin fór upp í flúgvaranum fekk Sorin eina kalda móttøku. Hesa ferð bókstaviliga. Tað vóru 25 hitastig í Rumenia hendan dagin, og Sorin er bara í eini T-shirt. Men í Føroyum var kalda várveðrið eirinda­leyst.
Sorin er nú so nær málinum, at hann bítur kuldan í seg, og gongur móti inngongini á Vága Floghavn, men aftur stendur løgreglan og bíðar.
– Eg orkaði ikki meir. Var troytt­ur, svangur, tystur og skilti einki, so tá eg sá teir fór eg bara at renna til eg fekk fatur á Alinu og Magnus, sum kundu hjálpa mær við at tosa við løgregluna, sigur Sorin at enda um fyrstu ferðina til Føroyar. Hann sær næstan pøstur út bara av at fortelja søguna.

Rendur til arbeiðis
Fyrsta venjingin hjá Sorin stendur grieð í minninum. Sorin hevur fótbóltsskógvar við, sum hann hevur brúkt í Rumenia. Teir hava jarnaknobbar, og kunnu ikki brúkast á graslíkinum á Eiði.
– Ongin hevði fortal mær, at tað var spælt á graslíki her, sigur Sorin
Hann fær ikki samskift við hinar spælararnar, men fótbóltsmálið er eitt altjóða mál.
– Bergur Magnussen var venjari og hann royndi at tosa við meg, men eg skilti einki av tí, sum hann segði. Tað gekk betri at venja, tí fót­bóltur er eins allastaðni, greiður Sorin frá.
Tá Sorin hevði verið í Føroyum í tvær vikur, fekk hann nøkur óvænt­aði boð.
– Magnus á Stongum kom framvið hjá mær og segði, at eg eisini mátti arbeiða við síðuna av fót­bóltinum. Tað skilti eg einki av, sigur Sorin og grínur.
Hann fekk arbeiði á flaka­virk­inum, men tað spældi ikki væl av.
– Eg lá heima sjúkur í tvær vikur, tí eg arbeiddi í kølaranum. Eg hevði ongi klæðir og kom heim vátur og kaldur, greiðir nýggi AB spælarin frá, meðan hann við einum smíli rist­ir upp á høvdið.
Sorin hevur bara verið í Før­oyum í stutta tíð, tá hann ger av at fara aftur til Rumenia. Hetta lívið er ikki nakað fyri ein ungan og mál­rættaðan rumena. Sorin gevur Magnusi greið boð, men Alina tosar Sorin frá at venda heim.

Einsamallur á Eiði
Í juni mánaði í 2001 fer Alina heim í feriu. Brádliga stendur Sorin eft­ir einsamallur á Eiði. Tað blíva til tveir harðar, men sera gevandi mán­aðir fyri unga rumenan, sum fram­vegis ikki klárar at samskifta á før­oyskum ella enskum.
– Eg dugdi ikki at gera mat, vaska klæðir ella nakað, greiður Sorin frá.
Tað endar við, at Magnus fær fólk­ini á Eiði upp á skift at geva Sorin at eta. Soleiðis fekk Sorin heitan mat hvønn dag í tveir mán­aðir.
– Eg má siga takk fyri til tey, sum hjálptu mær tá. Eg eri sera takksamur fyri tað tey gjørdu fyri meg, sigur Sorin, sum eisini gerst ung­dómsvenjari í felagnum. Tað hjálpur upp á evnini at samskifta.
– Eg lærdi mest frá børnunum, sum eg vandi. Tey tosaðu altíð før­oyskt við meg, og tá eg skuldi greiða frá onkrum við keylum, so søgdu tey bara »keyla«, og peikaðu á keyluna. Soleiðis kom eg at læra føroyskt, sigur Sorin, sum ongantíð hevur lært føroyskt í skúla. Hann er sum hann sigur, sjálvlærdur.
– Eg sigi sikkurt nógv, sum ljóðar býtt, men eg haldi tey flestu skilja meg, leggur Sorin afturat.
Sorin ásannar, at sjálvt um tað var tveir harðir mánaðir uttan Alinu, so lærdi hann nógv av at verða einsamallur.

Verjuleikarin endar á miðvøllinum – í 12 ár!
Sorin Anghel var miðveji fram til 20. mei 2001, tá Bergur Magnusson eftir tríggjar dystir uttan nakað mál, flytur Sorin fram á miðvøllin.
– Eg hevði altíð spælt í mið­verj­uni, men eg segði at eg kundi altíð royna at spæla á miðjuni, greiður Sorin frá.
Tað gingu bara 16 minuttir, so skoraði Sorin á fyrsta sinni. Hann um­setti eitt brotsspark til mál. Móti endanum av dystinum er hann aftur á blettinum, og Sorin Anghel er miðvallari restina av fót­bólts­lív­inum.
Fyrstu árini gongur strilti, men Sorin er hevur stórt álit á teimum ungu, sum eru á veg fram. Í 2003 verður Piotr Krakowski settur sum venjari, og boðini til pólska venj­aran eru greið – hav tol við teimum ungu.
Saman við Sámal Eriki Hentze, hevur EB/Streymur tað besta venjara­toymið, sum Sorin hevur havt.
– Teir báðir riggu væl saman, og eg haldi at vit spældu okkara besta fótbólt undir teimum, sigur Sorin.
Fyrsta steypið kemur í hús í 2007, tá EB/Streymur vinnur eina spenn­andi steypafinalu móti HB 4-3. Piotr og Sámal Erik takka fyri seg og nýggja venjaraparið er Sigfríður Clementsen og Magni Mohr.
EB/Streymur vinnur greipuna, men fótbólturin er meiri verju­kendur. Tað gongur bara fram til summ­arið 2009, tá Sigfríður og Magni verða koyrdir frá.
– Teir innførdu nógv disiplin í hópin, og tað riggaði, men fleiri av leikarunum vildu ikki spæla so verju­kent, sigur Sorin.
Síðani tá hevur Heðin Askham verið venjari hjá EB/Streymi, og Sorin glaður fyri at tað eydnaðist honum at vinnna FM í ár.
– Eg vildi so gjarna vinna eitt meist­araheiti fyri Heðin. Hann er ein fantastiskur venjari. Um nakað, so er hann ov fittur, sigur Sorin, sum eisini nevnir Finnbjørn Zachariasen, sum hevur verið hjálpar­venjari.

Skiftið til AB
Aftaná 12 ár í EB/Streymi valdi Sorin Anghel mánadagin at skifta til AB. Hann hevur givið felagnum alt tað hann kann, men nú er tíðin komin til eina broyting.
– Eg havi gjørt alt tað eg kann fyri EB/Streym. Eg havi spælt har í 12 ár, og havi vunnið fleiri steypa­kappingar og tvey meistara­heiti. EB/Stremur fer altíð at verða í mín­um hjarta, men tíðin er komin til at royna okkurt nýtt, sigur Sorin, sum fleiri ferðir nevnir hvussu takk­samur hann er fyri tíðina í EB/Streymi.
Sorin er fluttur til havnar, og koyringin til venjing hvønn dag etur av honum, umframt at hugurin er til at royna okkurt nýtt. Tað er ikki av tilvild, at valið nú fall á AB. Venj­ari á Argjum er Sámal Erik Hentze.
– Eg dugdi ikki at halda einum seymi, tá Sámal Erik gav mær ar­beiði sum timburmaður. Hann hev­ur gjørt nógv fyri meg, og hetta er mín máti at geva honum nakað aftur, sigur Sorin, ið samstundis av­sannar, at hann var á veg til AB í fjør.
– Fólk tosa altíð nógv, men sann­leikin er, at eg hevði sáttmála við EB/Streym til í ár, so tað hevði ikki latið seg gjørt, greiður Sorin frá.
Avgerðin um at siga farvæl við EB/Streym tók skap gjøgnum summ­arið. Tað var eisini øllum greitt, at tá Sorin Anghel varð út­skiftur í seinasta dystinum í ár, at hann takkaði fyri seg, tá hann veittr­aði til viðhaldsfólkini meåan hann gekk av vøllinum.
– Tað var ikki ein løtt avgerð at taka, men eg síggi nakað tað sama í AB, sum eg sá Í EB/Streymi tá eg kom. Eitt ungt lið, sum skal menn­ast. Vónandi kann eg verða við til at hjálpa teimum ungu í felagnum, sigur Sorin.
Fam til skiftið, so var Sorin nærm­astur við at skifta, tá HB venjarin og landsmaðurin, Ion Geolagu, royndi at fáa hann at skifta fyrst í nýggju øldini.

Framtíðin er í Føroyum
Sorin hevur uppgivið føroyska lands­liðsdreymin, men ætlar fram­vegis at liva føroyska dreymin.
– Tit liva eitt luksus lív her. Ongin mafia, kriminalitetur ella mutur. Eg haldi bara ikki øll vita av hvussu gott tit hava tað her, sigur Sorin
Hann ásannar, at hann hevur mist nógv sum fótbóltsspælari við at koma til Føroyar, og at hann undir øðrum umstøðum helst ikki hevði uppgivið fótbóltsdreymin í Rumenia.
Hann er hinvegin ótrúliga fegin um alt tað, sum Føroyar hevur givið honum. Trygga umhvørvið er ein av høvðusorsøkunum til, at Sorin og Alina halda fram at búgva í Føroyum. Fyri trimum árum síð­ani fingu tey ein son, og hvar bet­ur at lata hann veksa upp enn í Før­oy­um.
Dreymurin um at spæla á før­oyska landsliðnum er sleptur, men nú byrjar eitt nýtt kapitul í lívinum hjá Sorin Anghel.