Edith í Smiðjuni

í hesum døgum hevur Edith Mørkøre listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

í hesum døgum hevur Edith Mørkøre listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

 

Fernisering var seinnapartin í dag.

 

Listaframsýningin er opin frá í dag  og til mándagin 30. mars kl 18.00 

 

Sjálv sigur listakvinnan soleiðis um sína list:

 

Framsýningin umfatar mínar nýggjastu málningar har arbeitt hevur veri við strukturi og formum í akryl. 

Eg eri uppvaksin á Argjum, búsitandi í Hoyvík. Havi frá ungum árum havt áhuga fyri at skapa, tekna og mála.
Havi gingið á Háskúla í Rønde har eg hevði sergrein í list.
Havi frá 2007 til 2013 havt listina sum mtt høvuðsstarv.
Finni íblástur úr náttúruni, fólkum, tónleiki og viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga lívinum. 
Ofta er tað hendingar, sum eg sjálv ella fólk rundan um meg, koma út fyri sum geva íblástur til málningarnar.



Havi fyrr havt framsýningar í: Smiðjuni í Lítluvík(Tórshavn), Ribarhús(Fuglafjørður), Lions(Runavík), Lions(Tórshavn), Býráðssalinum(Runavík), Norðoyarstevnuframsýningin<wbr />(Klaksvík), Hotel Hafnia(Tórshavn), Keldan(Skálabotnur), Gallarí Jinx(Tórshavn), SMS(Tórshavn), Eik Bank(Tórshavn), Gamli handilin á Heiðunum(Runavík), Snarskivan(Tórshavn), Gallari Oyggini(Tvøroyri), KøbenhavnsKulturcenter(KBH<wbr />), Savni á Myru(Hov), Lauritz(Kolding), Luritz(Odense), Gallarí Elisabeth(Runavík), Løkshøll(Runavík),, Østrøm(Tórshavn) Kaspar(Tórshavn)



Opið er í soleiðis:
Hósdagin 26.Mars 16.00 19.00
Fríggjadagin 27.Mars 11.00 19.00
Leygardagin 28.Mars 11.00 18.00
Sunnudagin 29.Mars 14.00 18.00
Mánadagin 30.Mars 12.00 18.00