Edmund sigur kortanei


 

Vit fara at gera alt fyri at mæla okkara veljarum frá at atkvøða fyri uppskoti landsstyrisins, sigur formaður Sambandsflokksins, Edmund Joensen.

?Uppskotið hjá samgonguni er ósømiligt. Tað er einki annað uttan loysing við øvugtum fortekni. Hetta er ein einsíðug erklering frá landsstýrinum. Útspælið er ósømiligt á tann hátt, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark snýr sum um viðurskiftir millum tveir partar við felags grundlóg. Og tá landsstýrið á hendan hátt meldar út við einum uppskoti, sum miðjar móti fullveldi, uttan at taka danir við, so havi eg ilt við at taka uppskotið fyri fult, sigur Edmund Joensen.

-Sambandsflokkurin fer ongantíð at taka undir við einum uppskoti, sum byggir á eina loysn uttanfyri ríkisfelagsskapin, segði Edmund Joensen í stuttari viðmerking úr tinghúsinum í gjár.