Fótbóltur
Nógvir av heimaáskoðarunum náddu ikki somikið sum at síggja tað, sum skuldi vísa seg at gerast teirra hæddarpunkt á degnum. Bólturin var ikki meira enn givin upp, tá Sylla streyk avstað í síðuni. Neyva innleggið ferðaðist upp um Meinhardt Joensen í KÍ-málinum, og so kundi Fróði Benjaminsen við handaru stong stýra í kassan.
Yvirfólkaðu miðvøllin
Jú, tað var heilt skjótt, at B36 vístu, hvat teir ætlaðu við dystinum móti skírisdag. Málið tóktist eina løtu bara seta enn meira ferð á, men spakuliga fingu gestirnir tó eisini eitt ávíst tak á dystinum. Ikki soleiðis at KÍ setti seg á spælið, men við skilagóðum kontraspælið fóru teir nú eisini at hótta. Og tó at útjavnandi málið var ein perla av einum deyðbólti, so var tað sum so als ikki so óuppiborið.
Og so slapp KÍ av álvara at spæla tolna kontraspælið, sum liðið tykist trívast væl við í ár. Við eini verju, sum fyri tað nógva er sett saman av garvaðum veteranum, og einum bæði vælpakkaðum og hartarbeiðandi miðvølli eru fortreytirnar fyri hesum góðar. At B36 so eisini optimeraði hesar við støðugt at hava allar tríggjar sentralu miðvallararnar á linju, er ein onnur søga, men henni tóktist KÍ tó ikki at hava nakað ímóti.
Og í veruleikanum var KÍ nakað nógv nærri sigrinum, enn B36 var tað. Sæð burtur frá einum drønskoti á tvørtræið frá Santos fyri steðgin, og eini góðari roynd frá mest sum blankum Fróða Benjaminsen móti dystarenda, so var tað sjáldan, at KÍ-málið av álvara var hótt.
Opnu møguleikarnir hjá KÍ vóru kanska heldur ikki so heilt nógvir, men oftani var talan um ítøkiliga hóttanir kortini. Ikki minst skapti Hjalgrím Elttør støðuga órógva í hvítu verjuni, og tað var eisini hann, sum var upphavið til størsta møguleikan í dystinum. Men ta ferðina fekk Símun Joensen ikki rættiliga skot á bóltin, sum fór grøvandi omanfyri mest sum manntóma B36-málið.
Bæði og
Alt íalt, so var talan kanska um ein rættvísan javnleik, men fyri báðar partar var galdandi, at tey kundu bæði vera nøgdir - og ikki. B36, tí tað sjálvandi altíð ræður um at vinna á heimavølli. Men við tveimum útisigrinum í skjáttuni, var javnleikurin kortini til at liva við. KÍ, tí ein javnleikurin á útivølli móti meistarunum sjálvandi ikki er at kimsaa at. Men sum dysturin tók skap, so kundi talan eins væl verið um trý stig.
Um visjón 2009 er komin nærri Klaksvíkini, er enn ilt at siga, men danska orðafellið sigur, at ein góð byrjan er helvtin av verkinum. Og í so máta hava bæði KÍ og Tony Paris helst nógv at gleða seg til.