Forsetafrúan í Turkalandi, Emine Erdogan, hevur sent eina áheitan til amerikansku forsetafrúuna, Melaniu Trump, um børnini í Gaza. Her síggjast tær báðar saman við Donald Trump forseta og Recep Tayyip Erdogan forseta í Hvítu Húsunum í 2019. - Mynd: Tom Brenner/Reuters

Eftir Putin-bræv: Forsetafrúan heitir á Melania um børnini í Gaza

Í einum brævi til russiska forsetan skrivar amerikanska forsetafrúan, at øll børn hava ein dreym um trygd móti vanda.

Forsetafrúan í Turkalandi, Emine Erdogan, hevur sent eina áheitan til amerikansku forsetafrúuna, Melaniu Trump, um børnini í Gaza. Her síggjast tær báðar saman við Donald Trump forseta og Recep Tayyip Erdogan forseta í Hvítu Húsunum í 2019. - Mynd: Tom Brenner/Reuters

Fyri stuttum vendi amerikanska forsetafrúan, Melania Trump, sær beinleiðis til russiska forsetan, og skrivaði, at hann hevur møguleika at fáa látur aftur hjá børnum, sum í løtuni eru gyrd av myrkri.

Nú heitir forsetafrúan í Turkalandi, Emine Erdogan, á amerikanska starvssystur sína um eisini at tosa fyri børnini í Gaza.

Tað stendur í einum brævi, sum Emine Erdogan hevur skrivað til Melaniu Trump.

Tíðindastovan AFP skrivar.

- Eg trúgvi, at týdningarmikla viðkvæmið, tit hava víst fyri teimum 648 ukrainsku børnunum, sum eru deyð í krígnum, eisini fer at røkka til Gaza, har 62.000 ósek sivilfólk, teirra millum 18.000 børn, eru brutalt dripin í gjøgnum tvey ár, skrivar hon.

- Sum mamma, sum kvinna og sum menniskja, deili eg djúpt tær kenslur, sum koma fram í tygara brævi, og eg vóni, at tygum fara at geva somu vón til børnini í Gaza, sum eisini leingjast eftir friði og ró, skrivar hon.

Tað er ikki greitt, hvar forsetafrúan fekk deyðstalið frá.

Í brævinum til Vladimir Putin, forseta, skrivar Melania Trump, at øll børn deila ein dreym um kærleika, møguleika og tryggleika.

Hon skrivaði eisini, at hon er vís í, at Putin fer at taka undir við henni, at øll nýggj ættarlið eru ósek, tá teirra lív byrjar.

Kríggið í Ukraina varð ikki nevnt. Tað hevur verið í umleið 3,5 ár og byrjaði við, at Russland gjørdi innrás í grannalandið. Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hevur roynt at virka sum meklari undir krígnum.

Kríggið í Gaza byrjaði 7. oktober 2023.

Undir krígnum hava Erdogan forseti og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, verið í hørðum orðadrátti.

Erdogan hevur eisini áður kallað hernaðarliga bólkin Hamas, sum Ísrael er í stríði við, fyri loysingarfelagsskap og ákært Ísrael fyri krígsbrotsverk.

Sambært heilsumálaráðnum í økinum hevur kríggið í Gaza kostað góðum 62.600 palestinarum lívið, harav í høvuðsheitum sivilfólk.

Talið er ikki staðfest av óheftum, men ST metir tað vera trúverdigt.

Samstundis tók Hamas 251 gíslar í álopinum á Ísrael 7. oktober 2023. 49 eru framvegis í Gaza, harav 27 sum eru deyð sambært ísraelska herinum, skrivar AFP.

Melania Trump hevur ikki svarað brævinum frá Emine Erdogan.

/Ritzau/