Olea Hansen byrjaði longu á Tavuni í 1983. Tá hon gjørdist mamma, fór hon heim at vera hjá børnunum. Tá yngsta barnið fór í skúla í 1997, byrjaði hon aftur at arbeiða á Tavuni.
Olea Hansen er 68 ár, og kundi tí verið farin á pensjón, men hon er framvegis í sving á Tavuni, hóast arbeiðið er strævið og tungt.
– Tað er strævið, tað kann man ikki siga annað, men eg haldi, at eg klári tað væl. Eg dugi ikki at gevast, tí eg veit ikki, hvat tað er at bara sita og einki gera.
Líka síðani Olea byrjaði á Tavuni hevur hon pakkað. Vanliga eru tey seks sum pakka. Ein lyftur pannurnar á pakkibandið, og ein tekur tær av aftur, tá farsið er komið í. Við pakkibandið eru fýra uppgávur, fyrst verður pakkitilfarið sett í stálrammuna, farsið verður vigað, síðani verður tað slættað, og til seinast verður lok koyrt á. Síðani verður pannan lyft á vognin. Tað er pláss fyri 28 pannum á vogninum. Tá vognurin er fullur, verður roterað, soleiðis at tær skiftast um tær fýra uppgávurnar.
##med2##
Tríggjar maskinur eru á Tavuni. Fiskurin verður lagdur í flakamaskinurnar, síðani standa tvey fólk og reinskera. Fløkini fara í farsmaskinuna, sum melur tey til fars. Síðani fer farsi yvir til pakkibandið, har tað verður pakkað í blokkar. Olea Hansen stendur við pakkibandið, og tað hevur hon gjørt síðani hon byrjaði á Tavuni.
Vanliga eru tey seks sum pakka. Ein lyftur pannurnar á pakkibandið, og ein tekur tær av aftur. Við pakkibandið eru fýra uppgávur, fyrst verður pakkitilfarið sett í stálrammuna, farsið verður vigað, síðani verður tað slættað, og til seinast verður lok koyrt á. Síðani verður pannan lyft á vognin. Tað er pláss fyri 28 pannum á vogninum. Tá vognurin er fullur, verður roterað, soleiðis at tey skiftast um tær fýra uppgávurnar.
##med3##
Framleiðslan av gulllaksi er árstíðarbundin. Frá apríl til september er nógv at gera á virkinum.
Tá verður arbeitt í skiftisvaktum. Dagvaktin byrjar klokkan 6 um morgunin, og arbeitt verður til klokkan 16. Kvøldvaktin arbeiðir frá klokkan 16 til 2 á nátt. 28 fólk eru á hvørjari vakt. Olea heldur at fyrimunir og vansar eru við skiftisvaktunum.
– Tað er altíð best bara at hava dagvaktir, tað haldi eg at øll halda, men tað er øðiliga snilt at gera avtalur, til tannlækna og annað, tær vikurnar tú hevur kvøldvakt.
Nógva arbeiðið í apríl til september merkir eisini, at tey merkja lítið til føroyska summari, tí oftast eru tey til arbeiðis. Í summar hava tey arbeitt tríggjar vikur á rað, allar dagar í vikuni, í 10 tímar. Hóast nógva arbeiði, trívast tey væl á Tavuni, Olea Hansen heldur, at leiðslan ger nógv fyri at fólk skulu trívast. Eitt nú hava tey verið fleiri uttanlandsferðir, seinast í februar í ár, tá fóru 30 fólk til Grand Canaria.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##



















