– Eg eri púra sannførdur um, at porno drepur kærleikan.
Soleiðis sigur tingmaður fyri Miðflokkin, Steffan Klein Poulsen. Hann hevur sett Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um at verja børnini í Føroyum ímóti porno.
Tá Steffan Klein Poulsen fyrstu ferð boðaði alment frá, at hann hevði sett fyrispurning um hetta, fekk tað nógvar reaktiónir. Nú hevur hann so enn einaferð gjørt vart við tað, sum hann sær sum eina stóra avbjóðing í Føroyum.
– Bundni av porno er ein stórur trupulleiki kring heimin. Tað vita vit frá hagtølum, sum vísa á, hvussu dreingir og gentur, kristin og ikki kristin, yngri og eldri, ja hvussu fólk úr so at siga øllum samfelagsbólkum, meiri ella minni, stríðast við porno. Hagtølini vísa tó á, at tað serliga eru ungir dreingir, sum stríðast við hetta. Eg dugi ikki at síggja, hví Føroyar skuldu verið eitt undantak, sigur Steffan Klein Poulsen.
Hann heldur ikki, at hetta er eitt evni, sum skal tigast burtur.
– Væl vitandi um, at hetta er eitt trupult evni, sum fá vilja tosa um, velji eg kortini at taka evnið upp, júst tí at eg trúgvi, at porno virkar, sum ein ósjónligur svullur í okkara samfelagi, so leingi vit velja at tiga tað burtur, sigur tingmaðurin.
Tá Løgtingið fer at viðgera skrivliga fyrispurningin, ætlar Steffan Klein Poulsen at útgreina avleiðingarnar av porno nærri.
Fyrispuringurin inniber eitt nú, at landsstýrismaðurin skal svara, hvat hann heldur um at avmarka atgongdina hjá børnum og ungum til pornografi á internetinum, og tingmaðurin vil hava landsstýrismannin at upplýsa, hvussu nógv føroyingar leita eftir pornografiskum tilfari á internetinum.