- Eg eri ikki so spent

Hetta sigur Maria Steinkross hjá SÍ, sum fyri fyrstu ferð skal leika ímóti gomlu liðfeløgunum úr TB sunnudagin. ÍF tekur eisini ímóti KÍF í Fuglafirði.

Tveir dystir eru á skránni í meistaradeildini hjá kvinnum í vikuskiftinum. Annar teirra er á Tvøroyri, har TB tekur ímóti SÍ. Eftir eina heldur keðiliga byrjan tykist SÍ nú vera koma rættiliga í gongd við sítt kappingarár. Tær hava vunnið tveir dystir á rað, og seinast vunnu tær tryggan 3-0 sigur á Giljanesi ímóti Drátti.
Síðsti dysturin hjá TB gekst minni væl. Ta ferðina taptu tær 3-1 á Kambsdali ímóti ÍF, so tær vilja óiva venda hesi gongdini. Tær vunnu tó fyrstu tveir dystirnar, so bæði liðini, sum møtast í høllini í Trongisvági, hava fýra stig og eru sostatt partar av oddastríðnum hjá kvinnunum.
Fyri ein leikarar verður dysturin í Trongisvági serligur. Maria Steinkross hevur alt sítt lív spælt við TB. Seinastu árini hevur hon verið libero á besta kvinnuliðnum hjá TB, sjálvt um hon hevur búð í Havn.
Í ár hevur Maria tó valt at ganga aðrar leiðir. Hon er farin til Sørvágs at spæla libero hjá SÍ. Maria sigur seg ikki vera alt ov spenta at møta gamla felagnum hjá sær.
 - Tað er við blandaðum kenslum, at eg fari suður at spæla dyst. Eg havi altíð leikt við TB, og tí verður hetta eitt sindur merkiligt. Tó skal sigast, at vit vilja fegnar vinna dystin, tí um vit vinna, so leggja vit okkum á odda í deildini.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hjørdis brotið fingurin
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Seinni dysturin, sum er á skránni í vikuskiftinum, verður á Kambsdali. Her tekur ÍF ímóti KÍF. ÍF tapti sín fyrsta dyst í ár, men eftir hetta hava tær vent gongdini. Síðsta vikuskiftið vunnu tær tveir dystir, so nú hava tær fýra stig og liggja heilt frammi í oddinum.
Hjá KÍF sær heldur verri út. Tær byrjaðu væl og vunnu fyrsta dystin ímóti SÍ 3-0. Síðani vunnu tær FK-kappingini, men eftir hetta hevur bert gingið skeiva vegin. Tær hava nú tapt tveir dystir á rað, og seinast máttu tær lúta 3-0 á heimavølli fyri Drátti. Í hesum dystinum misti KÍF eisini ein av týdningarmestu leikarunum, tá Hjørdis Johannesen breyt fingurin. Sjálvt um hon leikti allan dystin ímóti Drátti, so hevur hon fingið at vita, at hon skal binda frið í nakrar vikur. Hetta er stórur missur fyri KÍF, tí Hjørdis er ein ótrúliga góður leikari.