Runavík: - Vit eru eini 40 deyv í Føroyum. Men eg kann viðhvørt kenna meg einsamallan, sigur ungi runavíkingurin.
Likamliga brek hansara hevur hvørki tikið lívsgleðina ella vónina um eina góða framtíð frá honum.
Gerandisdagurin hjá Høgna er ikki nógv øðrvísi enn hjá javnaldrum sínum: Hann hevur lærupláss; hann hevur damu; hevur koyrikort; honum dámar væl at hyggja í sjónvarp; hann er formaður í Deyvafelagnum; og hann hevur haraftrat eitt positivt sinnalag.
- Nei, eg haldi ikki at eg havi mist nógv orsakað av deyvleika mínum. Eg hevði bara ynskt, at tað var lættari at samskifta við tey hoyrandi.
- Eg eri heldur ikki keddur av støðuni, men eg kann ofta verða irriteraður, tí eg ikki fái sagt tað sum eg ætlaði við hini, sigur Høgni Højgaard.
Vit settu honum stevnu eitt kvøldi í Deyvahúsinum, saman við deyvatulkinum Edny Poulsen. Endamálið er at fáa hann at lýsa, hvussu gerandisdagurin er hjá einum deyvum føroyingi.
Í kvøld fær hann sagt júst tað, sum hann ætlar - og júst so um hann ætlar.
Kløkkaðist ikki
Høgni er ein teirra sum er føddur deyvur. Hann veit, at nakað úti í familju hansara eru onnur, sum bera sama brek sum hann, m.a. brøðurnir Hermundur og Jan Zachariasen.
- Hetta sambandið er ongatíð vorðið kannað nærri, - eg veit ikki hví. Eg havi hoyrt, at summi hava kannað sína bakgrund fyri at finna fram til, hví tey eru deyv.
- Eg var deyvur, tá eg varð føddur, og eg havi so ongatíð gjørt hetta, sigur Høgni.
Hóast Høgni var føddur deyvur, heldur hann ikki, at hetta brekið hevur ávirkað hann stórvegis í barnaárunum og seinni sum unglingi.
- Mamma mín hevur fortalt mær, at eg fungeraði sum ein hoyrandi, tá eg var lítil. Tað var líka tað, at eg ikki altíð svaraði aftur, tá hon spurdi meg um nakað.
- Eg haldi, at eg mundi vera umleið tvey ár, tá tey funnu útav, at eg veruliga var deyvur. Tey plagdu at kasta okkurt niður í gólvið fyri at vita, um eg eg bleiv kløkkur av larminum.
Men Høgni reageraði als ikki uppá larmin, og soleiðis vaks illgrunin um, at okkurt bagdi hoyrn hansara. Tey fingu síðani samband við lækna fyri at gera nærri kanningar, og her varð brekið staðfest.
- Eg var totalt deyvur, men ein hevur altíð eina evarska lítla hoyrn, sum koyrir meiri uppá nøkur ávís ljóð.
Mentist í skúlanum
Barnaárini gingu við at hann royndi ymisk sløg av hoyritólum. Og so kom dagurin, tá lítli Høgni á fyrsta sinni trein inn um skúlans gátt.
- Tá eg kom í 1. flokk, royndu tey at læra meg at tosa við røddini, men eg uppfangaði als ikki røddirnar. So har var í roynd og veru einki at gera. Nei, tað riggaði ikki, staðfestir Høgni.
Tá Høgni hevði gingið nøkur ár í vanligum skúla, flutti hann til Havnar. Her gjørdist hann næmingur á Venjingarskúlanum og bleiv eisini partur av deyvaflokkinum sum hoyrdi til skúlan á Trøðni, har hann og onnur deyv kundu fáa serundirvísing í teknmáli.
Hetta var ikki ein nýggj støða hjá Høgna, tí hann hevði havt samband við skúlan á Trøðni tvær ferðir um vikuna heilt síðani hann gekk í barnagarði.
- Har mentist eg rættilig nógv. Her var eg saman við øðrum deyvum, og her varð eisini teknmál okkara ment nógv meiri, tí tað gekk skjótari fyri seg.
Nakað seinni fór Høgni á ein eftirskúla fyri deyv í Danmark, har hann mentist uppaftur meiri saman við øllum hinum deyvu, sum vóru har.
- Tað er fantastiskt at kunna samskifta við onnur, sum tosa sama mál og sum skilja tað sum eg sigi. Tað vísir seg, at samtalan bara gongur, og at ein her heilt spontant fær úttrykt júst tað sum ein vil.
Eitt dømi um, hvussu ymisk deyvamál og tungumál eru, er setningurin “Maðurin stendur á brúnni, sum gongur tvørtur um ánna”.
Fyri at ein deyvur skal skilja henda setningin til fulnar, má tulkurin fyrst greiða frá, at ein brúgv er har, og síðani siga frá, at maðurin altso stendur á brúnni. Annars heldur tann deyvi bara, at maðurin dettur niður í ánna, tí har er eingin brúgv.
Meistarin lærdi seg teknmál
Eftir at vera afturkomin av eftirskúlanum í Danmark, var spurningurin, hvat Høgni so skuldi takast við.
- Eg hevði onga útbúgving, og byrjaði tí at arbeiða sum landari á Toftum. Men tja, eg veit ikki, hetta var ikki ordiliga tilfredstillandi, sigur Høgni sum arbeiddi her í níggju mánaðir.
Her mátti onnur leið veljast, og fór Høgni nú undir at taka koyrikort til lastibl. Kanska kundi hetta gerast lívsstarv hansara? Men gakk, hetta bar ikki til.
- Eg fekk einki arbeiði sum lastbilførari, tí hetta arbeiðið jú er tengt at tí, at ein skal kunna tosa í telefon og annars at kunna samskifta við kundarnar.
- Eg royndi at fáa arbeiði, men tá varð sagt, at eg mátti hava nakrar arbeiðsroyndir at vísa á. Men altso, hvussu kundi eg fáa royndir, tá eg ikki fekk nakað arbeiði?!
Høgni var kortini heppin. Hann kom í samband við Jákup Joensen, sum hevði eitt snikkaravirki á Rituvíkarhálsi.
- Ja, meistarin góðtók meg beinanvegin. Og hann var enntá so framsíggin, at hann fór sjálvur á skeið at læra teknmál, sigur Høgni, sum verður útlærdur sum snikkari í oktober mánað í ár.
Enn hevur Høgni ikki avgjørt, hvat hann fer at gera, tá lærutíðin er lokin. Hann hevur góðan hug at halda fram sum snikkari, men kundi kanska einaferð seinni hugsað sær at flutt til Danmark.
- Har búgva nógv av vinfólkum mínum.
Ljóðleyst sjónvarp
Ein av týdningarmiklu eginleikunum hjá menniskjum er at kunna samskifta við onnur. Hetta ger seg ikki minst galdandi, tá deyvamálið og tungumálið hittast.
Høgna dámar væl at hyggja í sjónvarp eftir tíðindum - altso feskum tíðindum. Serliga væl dámar honum, tá føroysk tíðindi eru á skránni.
Hinvegin, - skal hann bæði síggja og “hoyra” føroysku tíðindini hjá Kringvarpinum, má hann bíða eitt heilt samdøgur, inntil tey verða tulkað í sjónvarpinum.
- Hóast mær dámar væl tíðindi, so er tað hvørki serliga stuttligt ella áhugavert at hyggja eftir tíðindum sum eru daggomul. Er tað okkurt í tíðindunum sum tykist vera áhugavert, so biði eg ofta tey, sum eg siti saman við, um at siga mær, hvat tað snýr seg um.
- Um sendingarnar ikki hava tekst undir, fái eg ikki nakað sum helst burturúr. Soleiðis er tað bara, sigur Høgni Højgaard.
Keypa bensin uttan orð
Eitt dømi um, at tað ber til at samskifta við onnur, sum ikki duga teknmál, var ein dagin ið Høgni skuldi keypa bensin á eini bensinstøð.
Hann fylti bensin á og fór til diskin fyri at gjalda. Har stóð handilskvinna, sum Høgni ikki hevði sæð áður. Trupulleikin var, at hann fekk jú ikki sagt við orðum, hvørji ørindi hansara vóru.
- Eg brúkti ikki munnin, men vísti bara við varrunum á orðið “bensin”. Eg fekk somuleiðis sagt henni úr hvørjum tanga eg hevði fingið bensinið.
- Tað sjáldsama var, at hon skilti faktiskt hvat eg segði. Hetta vísir mær, at um fólk veruliga vilja skilja okkum deyvu, so letur tað seg væl gera, hóast vit so at siga tosa tvey ymisk mál.
Dagsskráin mánadagin 1. mars 2010
7:00 Vekkarin ringir, ella rættari sagt: Hann vibrerar so mikið, at Høgni vaknar av tí. Smurdi matpakka og gjørdi seg kláran at fara til dagin. Hann setti damuna av við bussin til Havnar, og fór síðani til arbeiðspláss sítt á Rituvíkarhálsi
8:00 Arbeiðsdagurin byrjar. Hann tosar fyrst eitt sindur við starvsfelagar sínar. Arbeiðsformaðurin hevur eitt arbeiði, sum hann ynskir at Høgni skal byrja uppá í dag
8:10 Høgni koyrir headsettið um oyruni, fyri at hann ikki skal fáa tinnitus. Hann byrjar at líma eina trappu saman. Klokkan gongur skjótt, tá hann er í sving, og áðrenn hann veit av er kaffi á skránni
9:30 Kaffisteðgur. Hann og hinir starvsfelagarnir tosa saman.
10:00 Høgni fer undir aftur trappuna
12:30 Matsteðgur. Vinarlagið er gott teirra millum. Høgni fær ikki altíð alt við, tá hinir tosa ov títt saman. Einur teirra gevur honum ein lítlan samandrátt um dagsins evni, sum er kappróður og kajakrógving
13:00 Aftur til arbeiðis við sama góða hugi
16:00 Arbeiðsdagurin endar. Høgni fer til hús. Slappaði av, hugdi eftir sjónvarpi og annað
18:00 Át døgurða
19:00 Setti seg við telduna at skriva formansfrágreiðing sína til aðalfundin hjá Deyvafelagnum, sum verður í morgin, leygardagin
23:00 Til songar