Eg eri nakað bráður og taki ov skjótar avgerðir

– Tað er ein fyrimunur at búgva í Føroyum. Tí næstan øll hava eitt familjunetverk at halda seg til, tá ið á stendur, men fyrimunur og vansar eru við øllum, sigur Levi Mørk, sum er í stólinum í Vikublaðnum í morgin.

 

– Tað er ein fyrimunur at búgva í Føroyum. Tí næstan øll hava eitt familjunetverk at halda seg til, tá ið á stendur, men fyrimunur og vansar eru við øllum, sigur Levi Mørk, sum er í stólinum í Vikublaðnum í morgin.

 

 

Lýs teg sjálvan við trimum orðum:

Sum vanligt og um alt gongur væl hjá mær, síggi eg ljóst upp á tilveruna, eg eri nakað bráður og taki tiltíðir ov skjótar avgerðir.

 

Hvat merki er bilur tín?

Havi ongan bil

 

Hvat merki er telefon tín?

Windows Phone

 

Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving?

Mær dámar best, at ferðast í Føroyum, hóast eg havi fleiri góðar uttanlandsferðir í skjáttuni. Ein ferð til Grand Kanaria í 80 – unum var góð.

 

Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast?

Skilur tú meg.

 

Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum?

Allari herligiheitini, men serliga eftir eygunum

 

Hvat ger teg í góðum lag?

At fólk rundan um meg eru glað og hava tað gott.

 

Hvat stressar teg?

Um eg taki ov nógv arbeiði og uppgávur upp á meg.

 

Hvør er tín yndisrættur?

Skerpikjøt.

 

Hvat gleðir teg?

At fólk eru erlig, og at tað gongur væl í samfelagnum, har øll vera líkastillað – serliga innan vælferðina.

 

Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt?

At mín núverandi persónliga støða skuldi blíva nakað betri.

 

Hvar arbeiðir tú?

Havi einki fast arbeiði beint nú, hóast tað havi eg ymiskt frítíðaráhugamál innan KT, sum eg fáist við.

 

Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki?

Sum nevnt havi eg ikki nakað fast arbeiði í løtuni. Men mær dámar væl at fáast við ymist innan KT–økið, at síggja og kanna teir møguleikar sum har eru. Somuleiðis at gera yrkingar, sum mest bera brá av mínari núvernadi persónligu støðu og um heimbygdina.

 

Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum?

Sum vanligt, at síggja úrslt.

 

Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?

Mær dámar allan tónleik, serliga gamlan føroyskan tónleik. Tá ið eg lurti eftir tónleiki, ert tað mest við mínum gomlu LP – plátum, har Leonard Cohen liggur ovast á listanum. Mær dámar annars best Rock tónleik, har legendarisku bólkarnir sum The Beatles, Bee Gees, ABBA,  og TOTO, eru millum teir bestu hjá mær. Men pláss er eisini fyri nýggjum tónleiki sum Eivør, Teitur og Stanley Samuelsen og danska Medina osfr, har brúki eg mest Youtube ella Spotify , sum avspælarar.

 

Hvat er besta uppfinningin og hví?

Alnetið er tann besta uppfinning, tí verðin er nú blivin »minni«, ein hevur samband við onnur og við útheimin beinavegin. Her eru alskyns møguleikar. Á hesum øki burdi verið sett meira fokus á hjá okkara fólkavaldu, serliga til at finna nýggjar vinnumøguleikar til land okkara.

 

Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt?

Eg havi ikki nakra ávísa íløgu at vísa til. Hóast onkur góð íløga hevur verið gjøgnum tíðirnar.

 

Hvat er títt besta heimaráð?

Av tí, at nógv giktasjúka er í familjuni, og eg havi eisini fingið nakað av gikt, so dámar mær at verma hendurnar á onkrum radiatori/ovni, serliga um veturin tá ið kuldi er.

 

Hevur tú nakað húsdjór?

Nei.

 

Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión?

Goldið mínar rokningar.

 

Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir?

Keypt mær eini hús, og givið nakað til familjuna.

 

Hvat er best við Føroyum og hví?

Tað er ein fyrimunur at búgva í Føroyum. Tí næstan øll hava eitt familjunetverk at halda seg til, tá ið á stendur, men fyrimunur og vansar eru við øllum. Hinvegin er okkara vælferðarsamfelag ikki nóg væl útbygt og líka fyri øll, tíverri. Annars er okkara náttura tann vakrasta í verðini at sjá og at njóta.

 

Hvar ert tú um 10 ár?

Í Føroyum

 

(Í stólinum í Vikublaðnum hesaferð er Levi Mørk, fyrrverandi býráðslimur í Havn)