- Eg eri øgiliga skelkað!
Tað sigur Hildur Arge í handlinum hjá Niels L Arge á Kongabrúnni í Havn.
Í nátt varð ógvusligt innbrot í handlinum hjá Niels L. Arge, har skotið er inn ígjøgnum vindeygað og á myndini stendur hon og eygleiðir skaðan tíðliga í morgun.
Les eisini: Grovt innbrot í Havn
Tey í handlinum hjá Niels Arge eru tey hart rakt av innbroti og Hildur Arge sigur, at hetta er er ikki minni enn fjórðu ferð, at innbrot er í handlinum hjá teimum hesi seinastu 10 árini.
Men tað, sum serliga skelkar hana í hesum føri, er tann harðliga framferðin, sum er brúkt undir innbrotinum hesuferð.
- Tað er rættiliga ódámligt heldur hon.
Hildur Arge sigur, at tað, sum er stolið er avmarkað.
Innbrotstjóvurin hevur ikki verið inni í handlinum, men hann hevur stolið smúkkur fyri einar 3.000 krónur, sum hava ligið í vindeyganum.
Men hóast tað ikki varð stolið fyri so nógv, var skaðin í handlinum rættiliga umfatandi.
- Tað er skotið inn ígjøgnum vindeygað og glassplintur, eisini so fínar sum melis, vóru allastaðni, so vit hava brúkt tað mesta av náttini at vaska at kalla allan handilin upp og niður fyri at kunna bjóða fólki inn aftur í morgun.
Tískil kláraðu tey at lata handilin upp aftur klokkan 10 í morgun.
- Tað er einki at gera uttan at herja á aftur, sigur hon.
Í handlinum hjá Niels L. Arge selja tey smýkkur, prýðislutir ur og annað og tað er kanska hetta vøruúrvalið sum ger handilin serliga lokkandi fyri innbrotstjóvar Men hetta eru samstundis vørur, sum er rættiliga tórførar at selja aftur og sostatt at fáa pengar burtur úr.
Tí skilir hon ikki rættiliga hví tjóvar yvirhøvur ómaka sær at bróta inn í handilin.
Sjálv hugsar hon sær, at talan er um fólk, sum eru í bráðneyðugari peninganeyð.
- Men pengar eru so ikki stolnir, leggur hon afturat.
Annars er ógvuliga sjáldan, at handlar liggja inni við pengum um næturnar.
|