- Hetta er sum at vera skipari umborð á einum stórum skipi, sum tú skalt royna at fáa at venda bara eini fimm stig. Tað kann verða nokkso tungt í sær sjálvum.
Soleiðis lýsir 44 ára gamli Per Zachariassen uppgávu sínu sum høvuðsframleiðari av Eurovision Song Contest, sum verður í Keypmannahavn tann 10. mai.
Sum høvuðsframleiðari hevur hann kreativu ábyrgdina av, hvussu showið kemur at síggja út, og hvussu fólkini í stovunum kring allan heimin helst skulu uppfata sendingina.
- Í stuttum kann sigast, at eg eri stjóri fyri einum framleiðsluliði, sum í løtuni telur 600 fólk. Tað er mín uppgáva at samanseta liðið og seta yvirskipaðu rammurnar og visjónirnar fyri sendingina, greiðir Per Zachariassen, sum ikki er sørt errin av at hava fingið hesa uppgávuna.
- Tað er stuttligt at kunna seta kross við tað, at eg havi framleitt eina av heimsins størstu beinleiðis sjónvarpssendingum, sigur Per Zachariassen.
Uppvaksin uttan sjónvarp
Fyri Per Zachariassen kennist tað nattúrligt at fáast við sjónvarpsframleiðslu og menning av nýggjum konseptum.
- Eg havi altíð havt áhuga fyri sjónvarpi. Nú eri eg uppvaksin uttan sjónvarp, so ivaleyst er áhugin blivin enn størri av tí orsøk, og eg minnist eisini væl, at fyrstu ferð, eg sá sjónvarp, var tað nakað heilt serligt, og eg var hugtikin av ehsum miðlinum alt fyri eitt, fortelur Per Zachariassen.
Av somu orsøk var hann ongantíð í iva um, at hann skuldi útbúgva seg innan sjónvarpsyrkið, og í 1992 byrjaði hann á Den Danske Filmskole, haðani hann er útbúgvin sjónvarpsframleiðari.
- Tað var mín stóri dreymur at sleppa inn á filmskúlan og hasi árini, eg gekk har, vóru eisini ein stór uppliving. Tað, eg lærdi har, hevur havt ótrúliga stóran týdning fyri meg og mín máta at arbeiða uppá enn tann dag í dag, sigur Per Zachariassen og heldur fram:
- Fyri mítt viðkomandi hevur tað verið soleiðis, at hurðar hava allatíðina staðið opnar fyri mær, og so skjótt eg havi havt møguleikan, eri eg farin inn um hesar hurðarnar. Hevur tú ein áhuga, so er at fylgja honum og vera málrættaður. Tað havi eg gjørt, sigur Per Zachariassen.
Popularitetur ikki altavgerandi
Tá Per Zachariassen var liðugt útbúgvin, fekk hann starv á ungdómsdeildini í Danmarks Radio, og síðani hevur hann framleitt fleiri kendar og vælumtóktar sjónvarpssendingar. Hann hevur tó trupult við at seta navn á eina ávísa sending, sum hann er serliga errin av.
- Fyri meg hevur tað ikki altíð týdning, um sendingin verður eitt hitt ella ikki. Bara sendingin fær eitt sindur av uppmerksemi, so kenni eg meg væl nøgdan, og elvir hon møguliga til kjak, so kennir mann seg sjálvandi eitt sindur ernan. Eg kann ikki seta navn á eina ávísa sending, men eg havi fleiri ferðir upplivað, at eg havi havt ein stóran leiklut í onkrari populerari sending, har alt framleiðsluliðið hevur arbeitt væl saman, greiðir Per Zachariassen frá.
Fyri hann er umráðandi, at sendingarnar onkursvegna kunnu flyta mørk og broyta okkara fatan av, hvat og hvussu sjónvarp er.
- Til dømis sendingin Transit, sum eg gjørdi sum nýútbúgvin á Danmarks Radio. Tann sendingin var rættiliga slóðbrótandi tá, tí vit tordu at flyta mørk. Persónliga hevur tað verið ein succes fyri meg. Tað meira kommersiella hittið hevur ivaleyst verið Den Store Klassefest, sum eg framleiddi til TV2, og so er tað sjálvandi X-Factor, sum eg gjørdi, áðrenn eg fór til Los Angeles at arbeiða, greiðir Per Zachariassen frá.
Sjálvur hevur hann ongantíð havt ætlanir um at standa framman fyri upptøutólinum og eitt nú royna seg sum sjónvarpsvert.
- Eg havi tað best við at vera handa leiktjøldini. Mær dámar væl at vera anonymur og havi ongantíð havt nakra tráðan eftir at standa framman fyri uptøkutólinum. Í roynd og veru kenni eg meg ríkiliga sæddan sum er, sigur Per Zachariassen.
Langir arbeiðsdagar
Seinastu trý árini hevur Per Zachariassen starvast í Los Angeles hjá Freemantle Media, sum er eitt av hemsins størstu framleiðslufeløgum. Í løtuni er hann í farloyvi frá starvinum, meðan hann arbeiðir við Eurovision Song Contest. Tað var longu áðrenn Danmark hevði vunnið, at Danmarks Radio setti seg í samband við Per Zacharaissen og spurdi, um hann var áhugaður í at framleiða stóra showið, um so varð, at Danmark fór at vinna. Hetta var nakrar vikur, áðrenn tað bleiv greitt, at Eurovision skuldi vera í Danmark.
- Eg takkaði beinavegin ja til tilboðið, og tað havi eg á ongan hátt angrað, sigur Per Zachariassen, sum síðani 1. januar hevur búð í Keypmannahavn, har hann hevur arbeitt við Eurovision burturav.
- Sjálvt um altjóða grand prixið hevur verið í næstan 60 ár, so byrjar mann so at siga á berum hvørja ferð eitt nýtt grand prix skal framleiðast, tí framleiðsluliðið er ongantíð tað sama, greiðir Per Zachariasen frá.
Í løtuni hevur hann ein arbeiðsdag á upp til 15 tímar, og meginparturin av arbeiðstíðini fer til fundarvirksemi.
- Eg gangi frá einum fundi til ein annan, og skal eg fáa stundir til at eta, so má tað gerast, ímeðan eg fundist, so jú, eg havi úr at gera í hesum døgum, sigur Per Zachariassen og heldur fram:
- Tað sær út til, at eg komi at arbeiða meir og meir, so hvørt showið nærkast, men tað havi eg innstillað meg uppá. Eg velji at taka hetta sum eina uppliving, sum eg vónandi kann hyggja aftur á sum eina spennandi tíð, sigur Per Zachariassen.
Vil broyta Eurovision
At framleiða altjóða grand prixið er ein stór og spennandi avbjóðing, men Per Zachariassen dylir ikki fyri, at tað eisini er strævið. Serliga tí hann hevur ætlanir um at gera eitt show, sum kann verða eitt vet nýskpandi innan økið.
- Sendingin hevur tað virðið, hon hevur. Mann kann royna at gera broytingar, men tað tekur millum 10 og 20 ár, áðrenn brandið fær eitt annað virði, so tað er naivt at halda, at vit kunnu gera eina kollveltandi broyting innan eitt ár, sigur Per Zachariassen, sum tó leggur dent á, at hann vil gera sína ávirkan galdandi.
- Um vit kunnu vera við til at broyta konseptið bara tvey prosent,so hava vit gjørt okkara fyri at geva sendingini og konseptinum sum heild meira trúðvirði, sigur Per Zachariassen og sipar til, at sendingin ikki verður tikin fyri fult av øllum, og onkur kanska hevur lyndi til at flenna eitt sindur eftir Eurovision sum konsepti.
- Tað verða nakrar smáar uppgraderingar, sum eg vóni, fólk fara at seta prís uppá, men eg geri ikki nakrar radikalar broytingar. Eg royni bara at hækka støðið eitt sindur í tann mun tað er gjørligt, sigur Per Zachariassen.
Sum framleiðslustjóri hevur Per Zachariassen stóra ávirkan á sendingina, sum verður víst í umleið 40 londum tann 10. januar. Eisini hevur hann í ein ávísan mun verið við til at avgera, hvar í Danmark, showið skal vera.
- Tað var nakað av kjakið um, hvar showið skuldi haldast. Í seinasta enda var tað Danmarks Radio, sum tók avgerðina, men eg havi verið við til at viðmæla Keypmannahavn, sum jú bleiv býurin, har showið skal haldast, so ivaleyst havi eg havt eina ávirkan har, fortelur Per Zachariassen.
Hann dylir á ongan hátt fyri, at hann í hesum døgum er undir einum stórum trýsti, nú hann skal framleiða eina av heimsins størstu sjónvarpssendingum.
- Eg má viðganga, at eg kenni eitt rættiliga stórt trýst. Ikki frá øðrum, men mest mær sjálvum, tí tað er mín egna ambitión, sum ger, at kenni eitt trýst, sigur Per Zachariassen, sum tó ikki sigur seg vera nervøsan fyri uppgávuni.
- Vanliga eri eg ikki nervøsur, eg eri bara ambitiøsur. Eg havi hug til at vita, um vit kunnu lyfta støðið og gera tað eitt sindur betri enn fyrr. Sjálvandi hevði verið lættari bara at hildið støðið, sum vit eru von við, men eg vil royna at gera tað betri. Tað krevur orku og gevur eitt ávíst trýst, men at gera stórar og nýskapandi framleiðslur er tað, eg brenni fyri og eg haldi tað er stuttligt, sigur Per Zachariassen, sum fer aftur til Los Angeles longu mánadagin aftaná finaluna í Eurosvision.
- Vit arbeiða við onkrum spennandi nýggjum sendignum, sum vit eru rættiliga ernir av. Gongur alt væl síggja tit úrslitið um ikki alt ov langa tíð, sigur Per Zachariassen.
Broyta konceptið
Trýst