Eg eri valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið 2026.
Eg elski at finna loysnir og at gera mun har, sum eg eri!
Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri politikki, og ætlanin hevur altíð verið at geva mítt íkast til Føroya land.
Eg haldi, at vit gjalda ov nógv í skatti og fáa ov lítið aftur. Hetta vil eg rætta uppá.
Samstundis haldi eg, at kjakið, sum hevur gingið í móti okkara eldru í samband við pensjónsaldurin, hevur verið óvirðiligt.
Tey hava bygt okkara fantastiska land, og eg haldi, tey skulu lønast fyri tað. Tí vil eg arbeiða fyri rættvísari treytum fyri føroyskar pensjónistar!
Familjan er eitt hjartamál hjá mær. Eg og unnusta mín búgva á Saltangará, har vit eisini hava tvey smábørn.
Tað er umráðandi fyri meg, at vit skapa eina ljósa framtíð fyri okkara børn og okkara ungdóm.
Ein blómandi vinna er kjarnan í okkara vælferð, tí ynski eg, at arbeiða fyri, at skapa góðar og tryggar karmar til okkara vinnur.
Listin er langur, og møguleikarnir eru nógvir.
Fái eg tykkara álit 26. mars, vil eg gera alt mítt fyri at betra Føroyar fyri allar føroyingar.
Árni Klein Olsen, valevni fyri Sambandsflokkin











