Skopun: Tað munnu vera tey fægstu sum ikki vita um tær útsagnir, sum Gerhard er komin við í lesarabrøvum í seinastuni.
Nógv hevur verið sagt og viðmerkt um tað, sum hann skrivaði í farnu viku. Og á hægstu rók í hansara egna flokki hevur eisini verið drúgt fundarvirksemi um hetta málið.
Tað munnu hinvegin ikki vera eins mong, sum vita hvør hesin maðurin er. Hesin maðurin, sum soleiðis torir at siga sína hjartans hugsan alment. Og sum haraftrat ikki bakkar fyri trýsti, sjálvt ikki frá sínum egnu floksfelagum og leiðara floksins, løgmanni.
- Soleiðis eri eg bara. Míni andaligu sjónarmið, tey betýða ómetaliga nógv fyri meg, viðgongur Gerhard fyri Sosialinum.
- Eg vil bara siga tað soleiðis, at tað er eingin sum fær meg at kasta hesi andaligu sjónarmiðini fyri borð, bara tí at eg vil tekkjast nøkrum bestemtum, ella tí at fólk hótta meg við einum ella øðrum.
Hinvegin so hevur hann verið harmur um, at orð hansara skaptu slíka órógv innanfloks í Javnaðarflokkinum. Tað er ongatíð gott, tá tað ein sigur verður misskilt, - kanska við vilja!
- Eg meti meg at vera misskiltan í hesum føri. Eg havi skrivað eitt lesarabræv og sent tað til bløðini.
- Eg segði tað kanska eitt sindur harðliga og kontant. Men hetta er mín máti at vera uppá, - at vera eitt sindur kontaktur í orði og talu. Tað er so ójavnt við fólki - summi eru kontant, og onnur ikki, sigur Gerhard.
Hann vísir til, at hann í greinini týðiliga skrivaði misskilji meg nú ikki við vilja. Tað, hann vildi hava fram í lesarabrævinum var støðan hjá Merkinum, og hvussu stóran týdning flagg okkara hevði.
Í hesum sambandi nevndi hann mammu ína og beiggja sín, sum hann sigldi saman við, og sum seinni fórst á sjónum.
- Tað var í hesum sambandi, at eg kom inn á hetta málið, sum kanska alt varð sagt eitt sindur bombastiskt!
Sinnini í kók
Gerhard hevur havt og hevur framvegis nógv álitisstørv, m.a. situr hann sum limur í skúlastýrinum í Skopun.
Í áðurnevnda lesarabrævi kemur hann inn á arbeiðið í hesum stýrinum, sum m.a. skal taka sær av setan av lærarum, og undir hvørjum treytum ein lærari kundi verðið settur ella kanska ikki verðið settur við Skopunar skúla.
At hann skrivaði soleiðis, fekk veruliga sinnini í kók hjá fólki. Og nú hann segði nakað um eitt ávíst mál, so var reaksjónin har beinanvegin:
- Hjá mær hevur verið ein sannur telefonstormur - ein góður stormur. Tí eri vorðin niðurringdur av fólki, sum hava bakkað meg totalt upp.
- Tey hava sagt seg stuðlað mær, og tey hava minst til mín í bønum teirra. Og hetta hevur styrkt meg ótrúliga nógv, sigur Gerhard.
Hinvegin so hava onnur fólk sagt honum, at tey vóru púrasta samd í sjónarmiðum hansara, men at hann átti ikki at havt sagt tað. Slíkt skapar bara konfliktir, søgdu tey.
- Men her kemur tað fram aftur, hetta við at vera konfliktsky. Er tað nakað eg ikki eri, so er tað konfliktsky. Tí skal eingin fortelja mær, at eg svekki Javnaðarflokkin við mínum kristna sjónarmiði.
- Og tí skal heldur eingin fortelja mær, at Javnaðarflokkurin bara er fyri ekstrem fólk, sum meina at alt skal vera so og so frítt. Tað trúgvi eg einki uppá.
- Lítil maður um eg bakkaði
Tað eru mong her á landi sum fegin vilja siga sína hugsan. Men tað er tó ikki vist, at tey tora at koma alment fram við hesi hugsanini.
Soleiðis er Gerhard ikki. Hann hevur í hesum førinum, og øðrum førum við, torað at sagt tað, sum hann heldur um hetta og hatta.
Og so torir hann haraftrat eisini at halda fast við síni sjónarmið.
- Eg havi sagt mína meining í lesarabrævinum. Hon er farin út um mínar varrar. Og eg standi við tað, sum eg skrivaði.
- Men so vil eg skunda mær at leggja aftrat, at eg hevði verið ein sera, sera lítil maður, um eg skuldi skift meining nú. Tað geri eg ikki!
Eftir at lesarabrævið var prentað komu viðmerkingar nógvastaðni frá, og langt frá øll vóru samd við honum.
- Tú kanst taka nógv frá einum persóni, men eg føli meg at standa á tryggari grund, hoást eg varð kallaður bæði talibanur og tað sum verri var.
- Og eg fari tí heldur ikki uppá kompromis við míni sannføring, sigur ein avgjørdur Gerhard.
Rakar familjuna
Gerhard hevur staðið í mongum stríði áður, tá hann hevur sagt sína hugsan. Spurningurin er, hvat allar hesar orrusturnar hava lært hann:
- Alt hetta hevur lært meg, at tú stendur har púra einsamallur mangan. Tað sum kanska er verri, er at hetta rakar ikki bert teg sjálvan, men er eisini keðiligt fyri familjuna.
- Men fyri meg persónliga ger tað einki. Eg veit, hvat eg havi sagt og eg havi ongar trupulleikar av tí.
Síðani hann skrivaði lesarabrævið hevur telefonin heima við hús og fartelefonin ringt alla tíðina. Hetta hava verið fólk á Sandoynni og aðrastaðni frá.
Sjálvur heldur Gerhard ikki, at hansara egnu veljarar eru keddir av at hann skrivaði lesarabrævið.
- Tað hava eisini verið onkir av mínum trúgvu veljarum, sum hava sagt við meg, at teir vóru samdir við mær í innihaldinum. Men tú behøvdist ikki at hava sagt hatta soleiðis!
Góður lívsins skúli
Gerhard hevur ikki nógva skúlagongd. Sum víst aðrastaðni á síðuni fór hann longu til skips sum 13 ára gamal.
Tey sjey árini í skúlanum lærdi hann sjálvandi tað sum næmingar eiga, men er tað nakað sum hevur lært hann nakað, so er tað lívsins skúli.
Í barnaheimun vóru tey átta systkin, pápin var sjómaður og nógv burturi, og mamman stríddist heima við hús og tók sær av heimi og børnunum.
- Lívsins skúli lærdi meg, at vera opnan og erligan. Mær dámar væl at skriva, og tá ein sigur tað, sum ein meinar, so má ein rokna við at verða útsettur fyri mótspæli, sigur Gerhard.
Sum virkin í politikki í mong ár, bæði lokalt og landspolitiskt, so veit hann, at tað er ofta neyðugt at ganga uppá kompromis, tá okkurt skal fáast av skafti - tað veri seg vegir, lendingar og játtan av peningi til hetta ymiska.
Hetta er alt ein kabal sum skal ganga upp. Neyðugt er at tosa saman um viðurskiftini, og at geva nakað í einum borði og taka okkurt innaftur í hinum borðinum.
Men tá tað so kemur til hin partin - tann etiska og tað, sum hesir spurningar hava við sær - tá er øðrvísi hjá Gerhardi.
- Tá gangi eg slett ikki uppá nakað kompromis. Tá skal eingin tosa um nakra linju, tí eg havi mína linju. Og hon er mín grundvøllur her í lívinum.
- Í slíkum spurningum er neyðugt at hugsa seg væl um, t.d. tá talan er um rúsdrekkamál og líknandi. Í slíkum førum gangi eg ikki uppá kompromis við flokkin!, sigur hann avgjørdur.
Sjálvur heldur hann, at flokkurin visti hvar hann stóð, tá teir á sinni bóðu hann um at stilla upp til løgtingsval á fyrsta sinni.
Í tingarbeiðinum er Gerhard sannførdur um, at hann ikki hevur verið til bága fyri Javnaðarflokkin. Heldur hinvegin!
- Eg haldi, at eg havi klárað at givið flokkinum nakað við tí sum eg eigi.
Fleiri av virknu javnaðarfólkunum hava sagt sína hugsan um Gerhard og útsagnir hansara. Men hesar leggur hann sum so ikki so nógv í.
Í fleiri førum er talan um - kanska bittur - fólk sum hava verið uppstillað, men sum gjørdust ov stutt at koma inn um tinggáttina. Nakað sum hinvegin eydnaðist Gerhardi.
At arbeiði hansara hevur verið gagns fyri flokkin og valdømi hansara og at ting byrja at henda, síggjast týðilig tekin um í dag. Gerhard vísir her til málið um undirsjóvartunnilin um Skopunarfjørð og tunnilin til Dals.
- Hetta eru mál, sum hava verið leingi í umbúna, men sum hol nú er sett á.
- Tað hevur verið eitt tógvið stríð, og einki av hesum er komið av sær sjálvum. Her havi eg fingið sera góða hjálp úr Javnaðarflokkinum og hinum báðum flokkunum í samgonguni.
- So tá ein arbeiðir saman og tosar um tingini, so kann nakað munagott henda, sigur Gerhard Lognberg.
Fakta
Navn: Gerhard Lognberg
Aldur: 55 ár
Familja: Giftur, sum 19 ára gamal, við Arnu úr Skopun. Tey eiga tríggjar dreingir - ein er skipari, ein er stýrimaður og ein er handilsmaður. Er abbi at átta børnum.
Lívsleið: Fór til skips 13 ára gamal við Kalvsevni. Seinni lært til rørsmið, arbeiddi fyri seg sjálvan og hevur haraftrat starvast sum vatnmeistari í Skopun. Leiðari fyri ambulansutænastuna og formaður fyri Sandoyar Skúlasamband, sum serliga tekur sær av tí fíggjarliga partinum av Meginskúlanum. Limur í skúlastýrinum í Skopun.
Politikkur: Sitið í bygdarráðnum í Skopun í 21 ár, harav tey 13 sum formaður. Situr nú 2. valskeiðið á Løgtingi fyri Javnaðarflokkin í Sandoyar valdømi.
Trúgv: Kom til persónliga trúgv á Jesus í 1975, við eitt møti í missiónshúsinum í Skopun, har Sølvi Mortensen av Sandi hevði orðið. Hoyrir nú til hvítusunnusamkomuna Betania í Skopun. Er virkin har við sangi og tónleiki.