- Eg komi aftur næsta ár

 
Danski álopsspælarin David Nielsen skifti fyrr í ár til Start at spæla, og hann kom á vøllin í dystinum ímóti Skála hóskvøldið. Hetta var annað árið á rað, at David Nielsen spældi UEFA Cup dyst í Føroyum, tí í fjør royndi hann seg við FC Midtjyllandi ímóti B36.
- Eg komi aftur næsta ár, segði David Nielsen, tá ið hann fór av vøllinum á Svangaskarði mikukvøldið.David Nielsen og Todi Jónsson hava áður spælt saman í FCK, og hóskvøldið kom David Nielsen inn fyri Toda miðskeiðis í senna hálvleiki.