Eg kundi hugsað mær nógv øðrvísi

Ráddi eg einsamallur, sá hetta øðrvísi út, sigur tjóðveldismaðurin, Ingolf S. Olsen um nýggju fiskivinnuskipanina

– Ráddi eg einsamallur, sá hetta øðrvísi út, men hetta er til at liva við.

 

Tað sigur Ingolf S. Olsen, sum er framsøgumaður fyri Tjóðveldi, nú Løgtingið er farið undir at viðgera illa umstrídda uppskotið um eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Hann sigur, at samgongan hevur slakað nógv fyri at finna eina semju, men talan er ikki um eitt neyðaregg, tí talan er framvegis um eina nýggja skipan.

 

Hann sigur, at eftir uppskotinum skulu bara 20 prosent av fiskaða fiskinum seljast á uppboði. Men ráddi hann einsamallur, var talið sett til 100 prosent, ella upp  ímóti tí.

 

Ingolf Olsen heldur eisini, at markið fyri, hvussu nógv hvør einstakur reiðari kann fiska, antritrust mørkini, eru ov høg, tá ið hugsað verður um, at eitt endamál er at gera tað lættari hjá fleiri at bjóða seg fram, men tey eru til at liva við.

 

Hinvegin heldur hann eisini, at verandi reiðarar eru teir, sum hava minst orsøk til at vera misnøgdir, tí teir missa einki og varðveita síni rættindi.

 

Eisini Ingolf S. Olsen vónar at andstøðuflokkar eisini fara at taka undir við eini nýggjari skipan. Men hann leggur dent á, at karmarnir eru lagdir, og verða ikki broyttir.

 

Serliga umstrítt hevur tað verið at ætlanin er at leggja um til eina kvotaskipan, men Ingolf S. Olsen heldur, at tað er neyðugt fyri at røkta stovnarnir, tí endamálið er at avmarkað nøgdina, sum verður tikið úr stovninum, og tí er tað neyðugt við eini kvotaskipan.