- Eg kundi ikki hava fingið eina betri manning

Tað sigur Livar Nysted um manningina umborð á Avalon, nú báturin aftur er á veg til Føroyar.

- Tað sær heilt gott út fyri teir næstu fýra dagarnar. Man kann næsta siga, at vit høvdu ikki kunnu bílagt betur veður, so vit eru øgiliga spentur uppá hetta her, tað sær øgiliga gott út. 


Tað sigur Livar Nysted, ið er umborð á Avalon, nú lagt verður frá landi og enn ein roynd verður gjørd at rógva til Føroyar. Livar Nysted tosaði við Hilmar Jan Hansen í tíðindunum á Rás 2 í dag. 


Livar Nysted gevur eisini føroysku manningini umborð bestu skoðsmál. 


- Eg kundi ikki hava fingið eina betri manning. Tað má eg siga akkurát sum er. Vit hava onkran harra umborð, ið er kanska komin eitt sindur upp í árini. Eg má siga sum er, at eg havi aldrin sæð nakran róð so nógv og so hart. Tað er heilt fantastiskt má eg siga. 


Nær væntar Livar Nysted so, at manningin kann trína á føroyska jørð?


- Um vit fáa hetta veðrið, ið hann lovar nú, so rokni eg við, at vit verða har um einar fýra dagar. Um vit siga at veðrið heldur, segði Livar Nysted við Hilmar Jan Hansen.


Trýst á pílin undur myndina ovast í greinini fyri at hoyra alla samrøðuna.